Billy Graham størsta ávirkan

USA: Billy Graham er tann núlivandi prædikumaðurin, sum hevur havt størst ávirkan á protestantiskar prestar í USA.

Í eini kanning, sum LifeWay Research gjørdi í november mánaði í fjør, vórðu protestantiskir prestar bidnir um at nevna teir tríggjar núlivandi prædikumenninar, sum høvdu havt størst ávirkan á teir. Billy Graham varð nevndur av 21%, sum er næstan tríggjar ferðir so nógv sum nummar tvey á listanum, Charles R. Swindoll.

Billy Graham, sum nú er 91 ára gamal, hevur prædikað evangeliið fyri meira enn 200 milliónum fólkum í 185 londum.

Kelda: Trúboðin.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo