Formansskifti í New Tribes Mission

"NTM.FO er umskipað og í løtuni verður arbeitt við at broyta bygnaðin. Ólavur Jøkladal í Hoyvík er nýggjur formaður, og loysir hann Símin í Túni av. Símin gjørdist formaður í 2003, tá NTM.FO var stovnað og var hann formaður øll árini.

 


"NTM.FO er umskipað og í løtunui verður arbeitt við at broyta bygnaðin. Ólavur Jøkladal í Hoyvík er nýggjur formaður, og loysir hann Símin í Túni av. Símin gjørdist formaður í 2003, tá NTM.FO var stovnað og var hann formaður øll árini.

Í dag sær nevndin soleiðis út: Afturat Ólavi eru Victor Nielsen úr Klaksvík, Inga Simonsen úr Havn og Símin í Túni av Toftum í nevndini. - Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í USA og Páll Poulsen í Havn, sum báðir hava verið við síðani 2003, ynsktu at taka seg úr nevndini. Teir verða tó knýttir at arbeiðinum hjá NTM.FO sum ráðgevarar.

Fyri framman standa nógvar uppgávur, og eitt tað fyrsta er ein fundur, har allir NTM vinir verða bodnir við. Ætlanin við fundinum er at kunna um nýggja bygnaðin og hugsanina um at gera meira brúk av tí tilfeingi, vit hava beint rundan um okkum. Tað vil siga, at nevndin  í størst møguligan mun - ynskir at geva øðrum møguleika at hjálpa við teimum ymisku uppgávunum, sum liggja á NTM.FO

kelda:  ntm.fo

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo