Juvel II til umvælingar í Hirtshals

Trúboðanarskipið Juvel II liggur í løtuni í Hirtshals, har ymsar ábøtur verða framdar.

Fleiri menn úr Føroyum hava verið í Hirtshals seinastu tíðina fyri at hjálpa til við hesum arbeiði

Eftir ætlan skal báturin leigast út frá 1. apríl. Nógv er at gera umborð, so øll handalig hjálp og stuðul annars er vælkomin. Í juni verður aftur farið undir missiónssigling í Grønlandi.

Ein av uppgávunum hjá arbeiðsmonnunum, sum eru í Hirtshals í hesum døgum, er at gera tað meiri rúmsátt hjá fólki at koma umborð, tá ið møti verða hildin í Grønlandi.

Mynd: Juvel II á Toftum 28.03.2009

kelda:  123.fo

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo