Bíblian endurprentast

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin: Tað er nakað síðani, at nevndin í Bíbliugrunninum samtykti at endurprenta Bíbliuna í meðalstødd. Hon er nú útseld frá forlagnum.

 

- Henda útgávan verður ikki sum hinar endurprent av gomlum prenti, men verður sett og umbrotin av nýggjum. Í tí sambandi hevur Bíbliugrunnurin fingið arbeiðshøli í Sloans húsi í Havn, sigur Hin Føroyski Bíbliugrunnurin í tíðindaskrivi.

- Tú hevur møguliga gáað eftir onkrari seti/stavivillu, tá tú hevur lisið í bíbliuni, sum nú kundi verið rættað, ella eina orðing, ið hevði verið hepnari ella greiðari. Hevði tú viljað gjørt okkum tann beina at sent okkum tínar viðmerkingar við telduposti til adressuna This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.? Eisini er møguligt at senda tær við vanligum brævi. Kanst tú gera tað innan 1. Mars 2010, so allar rættingarnar kunnu verða gjørdar, áðrenn vit byrja at bróta um?

- Tú ert eisini vælkomin at hjálpa okkum longu nú við slíkum, sum møguliga hoyrir undir eina  endurskoðan (revidering), tí eisini hesa tilgongd vilja vit byrja nú. Her er skotbráið ikki so stutt. Onkuntíð er ikki lætt at vita, hvar markið er, so send okkum heldur í meira lagi!

- Vit taka eisini fegnir ímóti ráðum viðvíkjandi sniði, stødd, uppseting, pappíri, innbinding og øðrum í tí sambandi, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Tað verður Erla Berghamar, sum kemur at gera arbeiðið,  og Páll Poulsen, skrivari í starvsnevndini, kemur at ganga henni til handa.

Og boðið verður eisini inn á gólvið í Sloans húsi, tá ið arbeiðið er farið í gongd.

kelda: vagaportal.fo

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo