SILOA í Fuglafirði

Undir heitinum, “EG OG SAMKOMAN – longri fram á leið” verður eitt 4-daga skeið hildið í Siloa í døgunum frá hósdegi 18. til sunnudag 21. oktober.
 
Hesar fýra dagarnar vera 19 bíbliutímar ella fyrilestrar, sum ikki minni enn 11 ymsir lærarar fara at hava. Harumframt vera nakrir samtalutímar og sjálvandi eisini fríløtur og máltíðir.
 
Byrjað verður á morgni kl. 8.30 við morgunmati, og síðani verður farið í gongd við skránna kl. 9.00.
 
Øll fýra kvøldini verða almenn møti, har tala, vitnisburðar og góður sangur er á skránni.
 
Tey, ið hava hug til at vera við til bíbliudagarnar, mugu tekna seg. Allir upplýsingar viðvíkjandi skeiðnum – eisini um tekning – eru at finna á heimasíðuni hjá Siloa: Siloa.fo.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo