DANMARK

Hóskvøldið 12. juli kl.19.30 verður føroyskt møti á Nótaverkstaðnum, Cosmos, í havnalagnum í Hirtshals.
 
Møtini verða vanliga rópt Skagerakmøtini, og kemst hetta av, at møtini byrjaðu fyri 30 árum síðani, tá ið føroyska fiskiveiðan var í hæddini í Skagerakkinum  og føroyingar í stórum tali landaðu í Hirtshals.
 
Tað var Levi Joensen, sum tók stig til hesi møtini, sum hava verið hildin á hvørjum summari síðani, tí kunnu vit eisini kalla tey SUMMARMØTINI.
 
Møtini á Nótaverkstaðnum vóru byrjanin til virkið á Malta, sum enn koyrir við fullum blóma. Á Malta eru møtir hvønn sunnudag: Kl.11.00 breyðbróting og kl.18.00 evangeliskt møti. Hvørt mikukvøld kl.20.00 er bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru vælkomin til hesi møtini.
 
Tú og øll onnur eru hjartaliga vælkomin til føroyska møti hóskvøldið á Nótaverkstaðnum, Cosmos, sum liggur á Notkajen 2, Østhavnen, Hirtshals. Har verður tala, solo, felgassangir og vitnisburður. Bjóðað verður til drekka eftir møti.
 
Um onkur vil vita meiri, er ein vælkomin at seta seg í samband við Malta, tlf: 98944370 ella +298 228314 ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
 
Møtitíðirnar á Skagerakmøtunum eru fylgjandi:
 
Hóskvøldið 12. juli kl.19.30  
Hóskvøldið 26. juli kl.19.30 
Hóskvøldið 9. august kl.19.30

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo