LOGOS HOPE

Tá ið fimtan føroyskir maskinmenn herfyri vóru umborð á Logos Hope og umvældu ljósmotor, var tað ein serlig løta fyri ein teirra.

Fyri Johan David Joensen var tað sum at koma heim, tá ið hann, sum ein av hesum fimtan var umborð á Logos Hope og umvældi ljósmotor.

Johan David var við henni, tá ið hon æt Norrøna og flutti bilar og fólk millum Føroyar, Danmark, Norra, Skotland og Ísland. Hann var við Norrønu frá 1983 til 1986.

Johan David arbeiddi eisini umborð, tá ið hon í 2004 lá í Keypmannahavn.

Hann siglur nú í frálandavinnu í Norra, men kennir seg serliga knýttan at Logos Hope.

kelda: 123.fo

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo