BETESDA

Tað gongur sera væl við arbeiðinum at taka gamla Betesda niður og tað sæst at sera nógv timurarbeiði er lagt í bygningin.
Jóhann Isaksen, sum er ein av samskiparunum er sera væl nøgdur við gongdina.
- Eg má siga at eg eri ovfarin av hvussu væl alt hevur gingið í hond higartil.

Tað varð lýst í samkomuni at nú var farið undir at taka húsið niður og síðan eru menn - ungir sum gamlir - komnir við hamara og kúbeini og alt hevur gingið so at siga av sær sjálvum.
- Vit høvdu vónað at vit í meðal fóru at verða einir 20 mans, men tað hava støðugt verið einir 40 mans til arbeiðis. Vit hava 40 hjálmar og teir hava alla tíðina verið í brúki.
Harafturat hava vit kokkar og onnur hjálparfólk sum hjálpa til. Vit eru eini 50 fólk, sum støðugt eru til arbeiðis í Betesda, og harafturat hava vit bilar og fyritøkur sum veita okkum tænastur ígjøgnum dagin.

Tilsamans er talan um eitt sera stórt virksemi sum er í gongd, og tí hevur tað gingið nógv skjótari enn vit høvdu væntað.
Í dag verður stóri salurin tómur, og síðani verður farið í holt við at taka niður og tøma kjallaran.
Vit síggj út á klædningin og upp undir tróðrið og um veðrið verður til vildar, verður byrjað at taka takið niður í komandi viku.
Síðani verður allur stórviðurin sum sperrur og annað tikið niður.

Jóhann Isaksen sigur at tað er eingin ivi um at tað hava verið dugnaligir handverkarar sum hava bygt Betesda.

- Ein arkitektur sum var inni á gólvinum í gjár segði, tá ið hann hugdi upp undir tróðrið, at hetta var sum at hyggja upp undir ein dinosaur. Tað er eitt fantastiskt handverk sum er lagt í bygningin, og teir, sum hava staðið fyri, hava dugað sítt handverk.
Jóhann sigur at arbeiðsfólkið er skiftandi. Summi hava verið alla tíðina - meðan onnur koma og fara.

Um kvøldarnar hava serliga ungfólk verið ófør, og soleiðis skiftur manningin.
Sambært tíðarætlanini skuldi bygningurin verða niðurtikin á páskum - men sum gongdin er í løtuni verður túnið ruddað áðrenn páskirnar verða í hondum.


kelda: norðlýsið
Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo