VÁGAR - syngið við

Leygarkvøldið 10. mars kl. 20.00 verður sangløta í Miðvágs Skúla.



Sangbólkurin Keldan, hevur virkað nøkur ár, serliga í Suðuroynni. Tó hevur onkur túrur eisini verið norðanfjørðs, har sangløtur hava verið í ítróttarhallum og almennum húsum annars.

Seinasta heyst varð virksemið víðkað nakað, tá ið sangbólkurin var á ferð í Danmark - har vitjað varð í Malta í Hirtshalsi, Kristnastovu og Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Fyrireikararnar gleðast um góðu uppmøtingina til hesar sangløtur.

Sangløta/Syngið við
Leygarkvøldið kl 20 fer manningin í bólkinum Keldan at syngja, spæla og vitna í Miðvágs skúla. Nógvur góður felagssangur verður eisini.

Sunnudagin 11. mars kl. 16 verður Evangeliskur sangfundur.

Hesir manna bólkin Keldan:

Svein Petersen, sang, guitar
Finnbjørn Nielsen, sang, guitar
Otto West klaver, sang
Eddie Bech sang, trummur
Per Bech, bass
Hans Elmar Poulsen, harmonika
Hallgrím Miðberg, steel guitar

Øll eru hjartaliga vælkomin.

kelda: vagaportal

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo