BETESDA - seinasta møtið

Fullsettur salur til seinasta møtið sunnukvøldið 4. mars 2012 kl. 18.00

Norðlýsið skrivar: mánadagur 5. mars 2012

Tað var sannur hátíðardámur í Betesda, tá ið seinasta møtið varð hildið, áðrenn bygningurin verður niðurtikin.

Eftir møtið varð borðreitt við náttura og síðani varð farið undir at flyta innbúgv út í Betesda við Klaksvíksveg.

 

 


 
Vanliga verður sagt, at tað rúmast eini 600 til 700 fólk í salinum hjá brøðrasamkomuni í Klaksvík, men ikki er ov nógv sagt, um mett verður, at í gjárkvøldið vóru eini 1000 fólk til seinasta fundin. Øll rúmaðust ikki inni í salinum og fólk vóru tí eisini í gongini, inni í Thule og salurin í kjallaranum var eisini fullsettur, har tað á skíggja bar til at fylgja við í tí, sum fór fram í stóra sali. Fólk stóðu framvið vegginum og allastaðni, har til bar.
 
Talan var um eina rættilga hátíðarløtu, sum byrjaði við dópi. Á skránni vóru fleiri felagssangir, sum ljómaðu sum sjáldan fyrr: "Send tínar streymar av náði", "Niður í dalin", "Lívsæla vissa" og "Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum". Harafturat sungu bæði Betesdakórið og 17 sangarar. 17 sangarar framførdu m.a. ein sang, sum Henny Gerðalíð hevði yrkt til eitt nýtt lag hjá Jógvani við Keldu, og Betesdakórið sang m.a. ein nýggjan sang við lagi eftir Torkil Mørkøre og orðum eftir Árna Jacobsen. 
 
Poul Færø talaði, og Heini Marknagil segði nøkur orð. Maria Isaksen og Jóhan við Neyst vístu eina søgumynd og greiddu frá. 
 
Áðrenn Eyðun Eltør endaði seinasta møtið, varð ein sangur sungin, sum Árni Jacobsen hevði yrkt til høvið til eitt kent lag, har øll fingu sungið við (síð niðanfyri).

Lag: Opið Guds elskandi hjarta man standa
 
Farin brátt øld er við døgum so mongum,
síðani hornsteinur lagdur varð her.
Reistur varð salur í tíðum so trongum,
verkinum lyfti tann hondin, sum ber.
Lítið var liðið, ið saman var savnað,
kvinnur og menn sótu fáment á brík.
Fjálgt tó av Harranum vórðu tey favnað
– um ei í ognum tey tó vóru rík.
 
Kunngjørt varð orðið hitt dýra um náði
sálir at kalla til frelsu og frið.
Tað fyri mong gjørdist signaður skái,
ið funnu lívd sær við frelsarans lið.
Bønir mót hásæti Himmals tey sendu
og fyri signingar lovprís og tøkk.
Samfelag dýrt við hvønn annan tey kendu,
fegnaðust um, at Guds náði tey røkk.
 
Vaks hesin skari av systrum og brøðrum,
trúføst tey tæntu, sum tíðin hon gekk,
til tey av foldini burtur við øðrum
fluttu, tá ein og ein ferðarboð fekk.
Sjónligir varðar í dag standa eftir
reistir í trúfesti, eyðmýkt og trúgv.
Tænarar nýggir – av Harranum settir –
vísa, at orð Guds til Himmals er brúgv.
 
Orðið er hiðani kunngjørt um landið
og út til fjarskotnar oyggjar og lond.
Arbeiðið drívur Guds orð og Guds Andi,
framtíðin liggur í hansara hond.
Máttu vit øll – bæði ung eins og gomul –
savnast í einleika um Harrans borð,
trúføst í verkinum standa øll somul,
tæna við ábyrgd og lýða hans orð.
 
Ikki í bygningum gjørdir við hondum
velur Gud bústað sín foldini á,
men í tað hjarta, ið loyst varð úr bondum,
flutti hann inn og vil standa tí hjá.
Tær vit tí takka, sum grundaði verkið,
og sum gav ávøkst, sum tíð legðist á.
Fram vit tí ferðast og bera títt merki,
til vit í himmalskum bústøðum stá.

kelda: nordlysid

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo