ØSSUR 70

Mánadagin 13. februar, fylti Øssur Berghamar 70 ár.

 Føðingardagurin varð hildin í Kristnastovu leygardagin. Vinfólk og familja úr Danmark og Føroyum vóru komin fyri at gleðast saman við Øssuri - okkurt um 60 fólk vóru boðin til veitsluna.

Borðreitt var við føroyskum mati og góðum kakum omaná. Sungnir vóru fosturlandssangir og andaligir sangir - eisini onkur, sum Øssur sjálvur hevur yrkt og smíðað lag til. Og familja og vinur høvdu eisini yrkt sangir til høvið. Fleiri vinfólk og limir av Berghamar familjuni nýttu høvið at bera føðingardagsbarninum eina heilsan.

Í skjótt 40 ár hava Øssur og Susan havt eina sosiala og andaliga tænastu millum føroyingar í Danmark - bæði lesandi og herbúgvandi føroyingar, og ikki minst sjúklingar og teirra avvarandi. Og tað kom týðuligt fram í talum og sangum yrktum til høvið, at Øssur hevur verið sínum egnu og mongum øðrum ein signing, ein vegleiðari og vinur í gleði eins væl og tungum løtum.

Føðingardagurin endaði við, at Øssur fekk eina serliga gávu, sum gjørdi hann heilt ovfarnan. Karsten Hansen, landstýrismaður, handaði nevniliga Øssuri ein málning frá Heilsumálaráðnum sum tøkk og viðurkenning fyri tað arbeiðið, sum hann í knapt 40 ár hevur gjørt millum føroyskar sjúklingar og avvarandi her í Danmark.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo