CEF í Føroyum

Child Evangelism Fellowship.
Sebastian Edelmann, leiðari, er í Føroyum á fjórða sinni. Fyrstu ferð var í 2004.

Hann er 57 ára gamal og er vaksin upp í Ungarn. Hansara barna- og ungdómsár og fyrstu manndómsár livdi hann undir komunistiskum stýri. Hann giftist í 1977 við Georginu, og tey eiga fimm børn. Í 1988 valdi familjan at flýggja úr Ungarn  undan kommunismuni. Tey búsettust tá í Týsklandi, men í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn.

Sebastian og konan hava arbeitt í meiri enn 30 ár innan barnaarbeiði. Tey arbeiða við einum felagsskapi, sum á enskum kallast Child Evangelism Fellowship, CEF. Felagsskapurin hevur virkað í Danmark í mong ár, og kallast á donskum Evangelisk Børnemission.

Felagsskapurin framleiðir hópin av undirvísingartilfari til børn og ung, og hetta hevur verið brúkt í føroysku sunnudagsskúlunum í fleiri ára tíggju.

Síðani 2007 hevur Sebastian leitt arbeiðið hjá CEF í Mið-Europa, og tað var í hesum sambandi, at tey fluttu aftur til Ungarn, har tey búgva í dag. Tað hevur verið eitt tætt tilknýti millum barnalegurnar í Zarepta og barnaarbeiðið hjá Sebastian, sum eisini fevnir um summarlegur, ið líkjast teimum í Zarepta.

Sebastian hevur longu vitjað fleiri samkomur, men hann verður í Føroyum til og við sunnukvøldið, har hann undirvísir í orði Guds og greiðir frá arbeiði sínum millum børn og ung í Mið-Europa. Hesa vikuna vitjar hann á fylgjandi støðum, har øll eru hjartaliga vælkomin:

Samkoman í Marknagili, Tórshavn, mánakvøldið  27. februar kl.20.00

Nazaret í Kaldbak, týskvøldið  28. februar kl. 20.00

Berøa í Saltangará, mikukvøldið 29. februar kl. 19.30

Mizpa á Eiði, hóskvøldið  01. Mars  kl. 20.00

Ebenezer í Tórshavn, sunnumorgun 04. mars  kl. 11.00        

Kedron í Sørvági, sunnukvøldið 04. mars  kl. 18.00 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo