EIN BRANDUR 70 - Karstin Hansen skrivar:

Ein sannur brandur gerst sjeyti

Tað munnu vera fá, sum ikki kenna navnið Øssur Berghamar. Nevnir tú navnið Øssur, ja so hugsar tú um Ríkissjúkrahúsið, og tá ið Ríkissjúkrahúsið verður havt á munni, ja so hugsar tú um Øssur.

Í nærum 40 ár hevur Øssur Berghamar, fyrrverandi fyristøðumaður í Kristnastovu, ótroyttiliga vitjað føroyingar, sum hava verið innlagdir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Øll árini hevur hann veitt eina dygdargóða sjúkratænastu, sum er høgt í metum millum føroyingar, bæði á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn.

Hvørja viku halgaði Øssur tíð til at práta og lurta eftir føroyskum sjúklingum, sum vóru í sjúkrahúsørindum í Keypmannahavn. Títt stórsligna arbeiðið, øll árini, kann ikki gerast upp í pengum. Sum landsstýrismaður í heilsumálum havi eg ómetaliga stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Øssur Berghamar tók sær av í nærum fýra áratíggju.

Sterka gudstrúgvin hjá Øssuri hevur givið honum styrki til at veita teimum ið líða, hjálp og ugga í truplum tíðum. At hava umsorgan fyri hvørjum øðrum er ein sera týdningarmikil lutur í allari menniskjaligari samveru, og er í grundini eisini grundarsteinurin undir tí vit kalla vælferðarsamfelagið.

Øssur er havnarmaður, men hann hevur búð í Keypmannahavn síðan 1973. Hann er útbúgvin skrivstovumaður og hevur t.d. arbeitt í Sjóvinnubankanum, á skrivstovuni á Landssjúkrahúsinum og á eini bilasølu í Havn.

Í  1970 giftist hann við Susan, ið er fødd og uppvaksin í Hounslow uttan fyri London.

Í 1973 fluttu tey til Keypmannahavnar, har tey byrjaðu eitt evangeliskt útisetaverk millum føroyingar. Hetta var byrjanin til tað, ið vit kenna sum Kristnastova, har nógvir føroyingar koma. Susan og Øssur eiga tveir synir, Andrew og Kristin Filip, sum báðir búgva í Danmark.

Barnabørnini eru seks í tali.

Eg vil hervið ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára degnum mánadagin 13. februar, og takka hjartaliga fyri ta tænastu, tú øll árini hevur gjørt millum føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo