SILOA í Fuglafirði

Samkomaní Siloa í Fuglafirði er farin undir eina sera áhugaverda møtirøð undir heitinum "Heimið".

Møtirøðin verður allan februar mánað við tveimum fundum ella fyrilestrum um vikuna, og øll, sum hava áhuga í evninum eru vælkomin.

Avbjóðingarnar í dagsins samfelag eru nógvar. Endamálið við hesum sokallaðu Tema-møtunum er, at varpa ljós á heimið undir skiftandi umstøðum, soleiðis at bæði foreldur og børn eru betur før fyri at liva saman.

Fyrstu fundirnir vóru síðsta vikuskifti og hildið verður fram mikukvøldið 8.februar kl. 19:30 har Justinus Eliasen úr Leirvík talar um evnið: Heimið og samkoman.

08 feb Mikudag kl. 19:30
Heimið og samkoman
Justinus Eliassen talar

12 feb Sunnudag kl. 11:00
Heimið – kærleiki og skyldur mótvegis hvør øðrum
Símun Pætur á Torkilsheyggi, Toftir

15 feb Mikudag kl. 19:30
Heimið – samskifti í heiminum
Elsa og Róland í Skorini, Tórshavn

19 feb Sunnudag kl. 18:00
Heimið – gerandisdagurin saman við Harranum
Jógvan Jacobsen, Tórshavn

22 feb Mikudag kl. 19:30
Heimið – tá ið mótgongd er
Jóhanna Andreasen, Tórshavn

26 feb Sunnudag kl. 11:00
Heimið – árin bíbliunnar
Jógvan Páll Sevdal

29 feb Mikudag kl. 19:30
Heimið – barnaminni
Olaf Olsen, Glyvrar

Fundirnir eru almennir.

Skráin restina av mánaðinum:

kelda: 123.fo

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo