Nurimar og Jóhannus F. Poulsen skriva:

Gott Nýggjar øll somul og takk fyri farna árið.

 


Kæru náðisystkin !
Áðrenn vit heilt leggja aftur um tað farna árið og taka við nýggjum avbjóðingum, sum Harrin hevur fyri okkum í nýggja árinum 2012. So ynska vit at fortelja tykkum hvat hevur verið okkum fyri hesar seinastu mánaðirnar.
    Yanomami bróðurin Samuelito kom út til býin at vera saman við okkum eina tíð.
    Samuel skuldi við okkum á trúboðarastevnu og at vitja onkrar samkomur. Vit hildu, at hann hevði gott av at verða upplívgaður saman við felagsbrøðrum. Eftir at hava verið á stevnu, fóru vit at vitja samkomu, sum hevði bjóða okkum at upplýsa trúboðara arbeið saman við teimum. Samuel fekk síðan høvið at tala til fólkið.
    Tað vóru nokk mong saman við mær, sum vóru ovfarin og glað, eftir at Samuel hevði talað eitt klárt evangeliið við trúgv á Jesus. Heili 18 fólk komu fram at standa saman við Samuelito. Tey ynkstu at blíva frelst.
    Hesi fólk fóru síðani til síðis saman við øðrum fólki í samkomuni. Vit sóðu tey ikki aftur, men hoyrdu at 4 vóru endurnýggaði í trúnni og heili 14 komu til trúgv. Prísaður verði Harrin.
    Fyri árum síðani, tá vit máttu fara út úr Yanomami ættarbólkinum, vóru tað bólkar av fólki, sum kappaðust um at taka yvir skúla arbeiðið, sum hevði verið partur av trúboðara arbeiðinum.. 12 Skúlar, tilsaman við 700 næmingum. Hesi fólk kanska høvdu gott í huga, men við tí úrsliti, at nógvir av skúlunum komu heilt illa fyri.
    Ringa úrslitið, var nokk eisini orsøkin til, at øll hesi fólk ikka longur eru at síggja í skúlaarbeiðinum. Hetta hevur so givið okkum møguleika aftur at hjálpa Yanomami skúlunum.
    Nógv er at taka um. Lærarnir hava allir brúk fyri at endurnýggja seg, í øllum fákunum. Skúlarnir hava stóran mangul av bókum, tilfari, talvur og øðrum, sum alt er í ringum standi. Biðið fyri vísdómi at gera hetta uppsamlingar arbeiðið skjótt og væl.
    Lærusveinaarbeiðið gongur væl. Til tíðir eru rættuliga nógv Yanomami fólk her í býnum, og er arbeiðið tá eisini meira kravmikið. Meir og meir hava ynski at lesa víðari her í býnum og eru tey vælkomin at vera í húsinum, sum vit hava leiga til missjónsarbeiðið.
    Eg veit ikki hvussu uppmøting av Føroyingur hevði verið. Indianarnir sjálvir halda tað vera best at hava bíbliutíma kl 6:30 um morgunin. Onkur av teimum, sum búgva aðrastaðni, møta eisini upp, sjálvt um tey eru hálvan tíma til gongu burtur frá. Tað er stuttligt at síggja íðinskapin sum onkur vísa.
Vit eru glað og takksom til Harran, at Hann kann brúka okkum í sínum verki. Sjálvt um Yanomami arbeiðið hevur gingið seint, so eru vit vís í at Harrin er førur fyri at gera verk sítt. Vit gleðast í at síggja nøkur búðnast í trúnni; onkran koma til trúgv á Harran, onkran endurnýggjast í trúnni, onkran hava ynski at tæna og læra onnur.
    Verið biðjandi saman við okkum. Ynski okkara er at Yanomami fólkið kann koma at hava eina sterka og sunna samkomu teirra millum, sum kann vísa alla góðsku Harrans til sín ættarbólk og í tíð síni gerast mong í tali til at gleðast saman um Gud sín.
    Takk fyri at standa saman við okkum í hesum verki. Tað er ríkt og dýrabært at hava tykkum sum samfelagsbrøður. Harrin signi tykkum margfaldað fyri tykkara hjálp, stuðul og bøn.
Heilsan
Nurimar og Jóhannus F Poulsen

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo