Minningarorð um Árna Jensen


OM Ships:
Minningarorð um Árna Jensen Mánakvøldið, 28. november, andaðist Árni Bech Jensen, eftir drúgva sjúkralegu. Árni hevur í nógv ár verið skipari við fleiri av OM skipunum, og hevur hetta verið til stóra signing fyri nógv fólk um allan heim.
Vit í OM Føroyum ynskja at takka Árna, Maiken og børnunum fyri teirra verk við OM og ynskja at lýsa frið yvir minnini um Árna Bech Jensen.
Á jarðarferðini í Ebenezer bóru Mark Diamond og Lloyd Nicolas frá OM Ships eina heilsan fram, har teir m.a. lósu brot úr eini grein um Árna, sum varð skrivað í 2005.

Greinin kemur her:
Árni Jensen – Hin syngjandi skiparin
“Góðan dag, skipsmanning. Hetta er skiparin. Eg ynski at geva tykkum nýggjastu upplýsingarnar viðvíkjandi ferðini hjá okkum.” Soleiðis ljóðaði, tá djúpa røddin hjá Árna Jensen  fór um alt Logos Hope.
Á miðdegi, hvønn dag, tosaði tann føroyski skiparin við skipsmanningina, meðan tey vóru á síni 11 dagar longu jomfrúferð úr Keypmannahavn til Malta. Hann greiddi frá veðrinum og skipsferðini, og endaði altíð við at siga “Latið okkum nú biðja.”  Men hesin serstaki skiparin tosaði ikki altíð sínar bønir. Oftani sang hann tær. Hann plagdi at syngja “Bøn Harrans” ella “Hvør dagur við Tær”. Skiparans “brúgvakór” – sum var mannað av teimum, sum høvdu vakt hesa ásettu tíðina - hoyrdist í bakgrundini.
Tey, sum hava siglt við onkrum av skipunum hjá OM saman við Árna, kenna øll hansara kærleika til sang. Hann hevur eisini av tí sama fingið eyknevni “Hin syngjandi skiparin.” Árni, 58 ár, byrjaði at arbeiða við OM í 2000, hóast hann visti um OM í 1960, tá hann var ein tannáringur í Føroyum. “Eg visti um OM, áðrenn tað vóru nøkur OM skip,” sigur hann.

Fyrst fiskimaður – síðani menniskjafiskimaður
Árni hoyrdi fyrstu ferð um OM ígjøgnum ein føroyskan prædikumann. Um hesa tíðina visti Árni eisini um danska skipið, Umanak, sum sigldi ímillum Føroyar, Danmark og Grønland. Árni fylgdi við tá Umanak bleiv keypt av OM í oktober 1970,  tá Umanak skifti navn til Logos og tók á seg hesa øðrvísi og ævigu uppgávu.
Tá Logos hevði verið í tænastu í tíggju ár, fór Árni undir sína skiparaútbúgving. Eftir trý ár var hann skipari og fór at sigla úti. 

“Men eg hugsaði samstundis nógv um at fara við einum av skipunum hjá OM. Kona mín, Maiken, og eg avgjørdu at leggja tað fram fyri Harran. Eg helt áfram at sigla, og vit bóðu í 20 ár, áðrenn nakað hendi.”
Tað vóru nógvir langir og viðhvørt vandamiklir mánaðir úti á sjónum, men lønin var av tí sama góð. Árni hevði, á einum av sínum mongu ferðum, eina uppliving, har hann næstan sá deyðan. Ein nátt, tá teir sigldu á norðsjónum, brast harður stormur á, meðan Árni arbeiddi úti á dekkinum. Meðan skipið rullaði illa, slitnaði ein veirur, og hann rakti Árna beint undir vinstra eyga hansara. Sjokkið og pínan gjørdu, at Árni datt og fekk stóran skaða í eyga.

“Høvdið hjá mær tyktiskt at vera so illa farið, at vinmenninir hjá mær søgdu, at teir hildu meg vera deyðan. Teir avgjørdu at lata meg liggja á dekkinum, til stormurin var av. Men eg vaknaði eina løtu seinni. Eg koyrdi hondina eftir høvdinum og føldi sárið. Eg var vísur í, at skaðin var so mikið stórur, at eg fór skjótt at doyggja. Men eg fann skjótt útav, at eg enn hevði styrki í beinunum og restini av kroppinum.”
Árni greiðir frá, at læknin, sum stóð fyri skurðviðgerini, segði, at tað var eitt undur, at hann ikki doyði, og at hann ikki misti sjónina. Tað var sera nær við, at Árni eisini fekk skaða á heilan.
Í juli 1999 tosaði Árni við ein mann frá OM Føroyar, sum vildi hava hann umborð á eitt av skipunum. “Hann bleiv við at spyrja eftir mínum svarið, og til endans segði eg: “Um eitt ár, í eitt ár.””
Næstan eitt ár seinni, í mars 2000, bleiv Árni ringdur upp av sama OM manninum, sum segði, at tey høvdu brúk fyri einum ovasta á brúnni á Doulos. 5. apríl fóru Árni, Maiken og dóttir teirra, Erla, so umborð. “Vit avgjørdu at vera har í 4 mánaðir,” segði Árni.

Í Guds herflota
Árni og familja hansara tæntu tó í Asia í eitt ár. “Tá vit komu umborð fyrstu ferð, møtti eg Pat Tracy, maskinmeistaranum (USA), skiparanum, P. J. Thomas (Singapore) og ovasta maskinmanninum, David Gillan (Australia). Eg gjørdist ovfarin, tá eg fann útav, at nógvir av hesum, sum eg skuldi arbeiða saman við, vóru gamlir hermenn í flotanum. Ræðandi! Eg eri frá evarsku lítlu føroyum, havi bara siglt úti við fiskiskipi og nú skal eg arbeiða saman við hesum herflotaovastunum.”
“Eg bleiv aftur yvirraskaður, tá maskinmeistarin vísti mær runt eftir tvær vikur og knappliga segði: “Eg fari avstað í næstu viku, og tá tekur tú yvir”.”

Í apríl 2001, eftir at hava verið við skipinum í eysturasia í eitt ár, fór Árni heim til føroya og bíðaði eftir, at hann slapp umborð aftur á eitt fiskiskip. Tá ringdi aftur frá OM; aftur hesuferð manglaðu tey ein ovasta á brúnni, hesaferð á Logos II. Árni gav sítt svar nakrar dagar eftir, tá hann hevði hugsað seg væl um. Hann mátti velja ímillum fiskilívið ella OM. Hann játtaði at fara umborð á Logos II.
Hann bleiv fyrsti stýrimaður og kom umborð í Amsterdam. Skipið sigldi um hetta mundið í Skandinavia og norðureuropa. Árni tænti umborð í tveir mánaðar, áðrenn hann fór heimaftur.  “Var tað ein torfør avgerð, at velja fiskaríið frá?” Árni svaraði: “Gud hevur verið ógvuliga, ógvuliga góður við okkara familju. Um eg var farin út at fiska, ta tíðarskeiðið eg varð kallaður at sigla við skipunum hjá OM, hevði eg heilt vist havt tjent eina rúgvu av pengum, men Gud hevur signað meg og familju mína.”

Sum skipari við OM skipunum vóru tað serliga tvær hendingar, sum Árni við gleði mintist afturá. Ein var umborð á Logos II, tá teir mundu verið álopnir av sjórænarum, hin var at sigla Doulos í havn í elskaða heimlandi hansara, Føroyum.
Hendingin við sjórænarunum var á eini ferð frá Grenada til Guyana í 2003.  Radarin umborð vísti knappliga, at eitt far við nógvari ferð sigldi beint ímóti Logos II, okkurt um 30 míl. Úti á tí myrka havinum hómaðu tey sjórænaraskipið sum sigldi myrkalagt. Árni syrgdi fyri, at manningin - so nógv sum høvdu møguleika fyri tí, fóru út á øll dekkini við ljósum, lygtum og faklum - og royndu soleiðis at fora sjórænarunum at koma umborð. Radarin á brúnni vísti, at sjórænaraskipið sigldi runt um Logos II í einar tríggjar tímar, áðrenn teir valdu at finna okkurt annað skip at herja á.

At sigla Doulos inn á Havnina í Juli í 2004 var eitt av bestu minnum Árna.
”Tað var ein sera stór løta, at vera skipari á heimsins elsta siglandi ferðamannaskipi, og at sigla tað inn á vánna í heimbýi mínum. Hetta var eisini fyrstu ferð, at Doulos vitjaði í Føroyum. Sum vit komu inn í Havnina, vórðu vit heilsaði av nógvum bátum og vatnskutarum. Eitt herskip sigldi frammanfyri okkum og sprændi upp í loft við vatnkanónunum. Á bryggjuni sang eitt stórt sangkór, og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum spældi. Tað varð eitt stórt upplivilsi fyri Føroyar og fyri meg”

Siglir nýggjar farleiðir
“Tað er ein stórur framíhjárættur at vera fyrsti skiparin umborð á Logos Hope” segði Árni einaferð. Han varð spurdur av OM Ships í desember 2004, um hann vildi sigla skipið til eina skipasmiðju sum skuldi gera skipið klárt til tænastu. Hin føroyski skipsførarin segði ja til eina ferð, sum innibar, at hann fyri fyrstu ferð kom at sigla inn í Miðjararhavið.
“Eg havi aldrin siglt gjøgnum Gibraltarsundið fyrr. Eg havi heldur ongantíð siglt eitt skip út úr Keypmannahavn,” greiðir Árni frá á fyrsta túrinum við Logos Hope. Skipasmiðjan, sum Logos Hope sigldi móti, var í Adriatiska havinum. Ferðin varð mett til 12 dagar úr Keypmannahavn. Tá skipið fór úr Danmark 1. februar, var eingin endalig kontrakt gjørd við umtalaðu skipasmiðjuna um at gera neyðugu ábøturnar á skipið. Leiðararnir fyri Logos Hope verkætlanina vóru í samráðingum við skipasmiðjuna, og vóru ikki í iva um, at teir fingu skriva undir kontraktina, meðan skipið var á ferð hagar.

Men ístaðin fyri at sigla beinleiðis til skipasmiðjuna, endaði Logos Hope á Malta. Heilt óvæntað kundu leiðslan og skipasmiðjan ikki koma ásamt um so tíðandi spurningar sum prís og leveringstíðir. Tá Logos Hope tann 11. februar sigldi sunnan fyri Sicilien, komu ordrar frá leiðsluni  hjá OM Ships í Týsklandi um at seta kósina móti Malta og bíða har, til ein nýggj skipasmiðja varð funnin.
Fyri Árna, sum nú hevði siglt í longri tíð fyri OM Ships, varð fyrsta ferðin hjá Logos Hope sermerkt av, at ein ikki visti 100% sikkurt hvar kósin skuldi setast.
“Einhvør ferð er serstøk. Vanliga vita vit, hvar vit skulu, og hvør næsta havnin er. Hesaferð vóru vit ikki heilt vísir í, hvaðar vit sigldu,” segði Árni við einum smíli. “Vit sigldu móti einari skipasmiðju, men høvdu ongan undirskrivaðan sáttmála við hana. Vit vistu nøkunlunda, hvar vit skuldu, men vit vóru ongantíð vísir í, um vit komu hartil. Hvør einasti dagur á hesi ferðini varð sigldur í trúgv.”

OM Ships

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo