ITALIA

Pietracatella, Desember 2011

Góðu samverkafólk har heima!  Við endanum á hesum ári, ynskja vit at takka øllum tykkum, sum hava sýnt verki Guds her í Suðuritalia áhuga, og veitt tí bønar- og fíggjarstuðul.
Vit takka tykkum av hjarta, ikki bara fyri hetta farna árið, men at tit “líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við (okkum) í arbeiðinum fyri evangeliið” (Fil 1,5).
   Tit eru ein stórur partur av hesum verki, sum, hóast tað gongur seint, gongur støðugt framá. Samkoman, La Fonte, sum vit eru í ferð við at stovnseta, er enn lítil. Men vit gleðast í, at fleiri og fleiri fólk vísa boðskapinum áhuga, og nærkast krossi Kristusar. La Fonte er fyrsta evangeliska Samkoman nakrantíð í Pietracatella, og tí vita vit, at tað fer at taka rúma tíð at “bróta ísin”. 
    Men við áhaldni okkara og tykkara, og við hjálp frá Gudi, so trúgva vit, at tað fer at bera til, at síggja eina Italska, Evangeliska Samkomu stovnsetta her í býnum, sum fer at vera eitt ljós fyri mong, og sum í framtíðini fer at standa á “egnum beinum”, uttan hjálp frá okkum trúboðarum. Hetta er okkara bøn og vón. Hetta er okkara visjón!
    Og vit trúgva, at saman fara vit at náa hesum endamáli.
Við hesum ynskja vit tykkum øllum eini gleðilig jól, og eitt av Gudi signað 2012!
. . .
BUON NATALE!
Heidi, Regin og Noah Guttesen

 Noah Guttesen

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo