Bræv úr Nuuk

Ein heilsan úr Nuuk í Grønlandi. Jonna og Hans skriva m. a.:

Kæru náðisystkin.

Nú árið er liðið, vilja vit fegin senda tykkum eina heilsu og tað er við gleði at vit líta aftur um bak.

Vit gleðast um okkara lítlu samkomu sum veksur og tað er støðugt okkara bøn at Harrin við anda sínum skal virka millum okkara. Vit gleðast um tey, sum tóku ímóti Harranum í ár og sum koma til møtini. Tey sum vóru á barna- og ungdómslegunum, gleddust um eina signingaríka tíð, og at ungar sálir tóku ímóti Harranum.

Tað komu fleiri úr Føroyum at hjálpa til. Fyrst eitt lið at gera ábøtur - køkurin er sum nýggjur; smátturnar eru eisini umvældar og rør løgd til vatnorku. Tað komu eisini fleiri at hjálpa til á legunum. vit siga tykkum øllum so hjartaliga takk fyri tykkara stóru hjálp.

Seinnapartin í oktober hjálptu vit til á einum skeiði í kristnari ráðgeving. Tað er eitt eldri kanadiskt par sum hevur verið her nakrar ferðir. Vit tóku hetta skeiðið fyri nøkrum árum síðan. Skeiðið varð hildið í møtisalinum hjá Grønlandsmissiónini. Tað komu eini 30 frá øllum Grønlandi og nøkur komu úr Føroyum.

Vit gleðast um at síggja hond Guds nema hjørtu her í Grønlandi og takka fyri forbønir tykkara. Vit takka eisini fyri stuðul og hjálp í aðrar mátar. Harrin signi tykkum ríkliga.

Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár.

Kærar heilsur við Sálmi 29,11.

Jonna og Hans

 

 

 

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo