Cathy og Jógvan Júst skriva:

Kæru náðisystkin,
Ein lítil heilsan við tøkk fyri samfelagið. Gott at vit, hóast „arbeiðið er stórt og vítt um, og vit eru spjaddir á múrinum, hvør langt frá øðrum,“ kortini kunnu møtast við náðitrónuna. Sum árini fara, sannar tú oftari og oftari, at hetta er meiri enn orð. Hetta er at liva í veruleikanum.
Við tøkk fyri tað skjótt farna árið ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Tykkara í Honum
Cathy og Jógvan Júst

Og tjúgu ár seinni
Nú í fleiri ár hava vit saman við tíðindabrøvunum sent yvirlit yvir bøkurnar í Skriftini. Við brævinum hesa ferð eru vit komin ígjøgnum alla Skriftina. Vit byrjaðu í desember 1991, og hevur tað sostatt tikið tjúgu ár at koma ígjøgnum.
Persónliga hevur tað verið mær til signing at gera hesi yvirlitini, bæði við tað, at tað hevur fingið meg at granska Skriftirnar á ein øðrvísi hátt, enn eg kanska annars hevði gjørt og eisini við tað, at tað hevur hjálpt mær at nýtt føroyskt meiri, enn eg helst annars hevði gjørt.
Tað eru mong, sum ígjøgnum árini hava hjálpt við rættlestri, og ynski eg at takka tykkum fyri hjálpina. Eisini ynski eg at takka tykkum á Akrinum, sum hava gjørt tað møguligt at senda hetta út. Harrin signi tykkum.

Bønarevni
Sum mong tykkara vita, so er umsetingin sett til at fara til prentingar í mai mánaði komandi ár. Kunnu tit biðja fyri okkum, at vit hesar næstu mánaðirnar mugu klára at gera alt tað liðugt, sum skal til, áðrenn umsetingin verður prentað. Hesin parturin av arbeiðinum er líka óhugaligur, sum umsetingararbeiðið var hugaligt.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo