SVENNING AV LOFTI - KEMPA

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

Hvør kennir ikki Svenning av Lofti, henda stóra, altíð smílandi og fryntliga ”unglingan,” sum við stórum fetum flytir seg runt á Havnagøtum, eftir hondini ein kend býarmynd, tí hann skal náa okkurt húsið, har onkur er, sum skal hava eitt styrkjandi orð? Hesin kendi Havnamaðurin av bygd rundar tey áttatiárini mánadagin 16. september, sum boðar frá, at Svenning nú kemur inn í kempuárini, hóast fleiri okkara altið hava sæð Svenning sum eina kempu í víngarði Harrans.

Hóast hann ofta hevur nógv um oyruni, hevur hann altið stundir at steðga á og práta við onkran hann møtir á Havnagøtum.

 

BARNAHEIMIÐ
Svenning er føddur og vaksin upp norðuri á Eiði. Pápin kallaðist Jóan Petur Poulsen á Lofti og var Eiðismaður. Mamman kom úr Tjørnuvík, Sanna Malena, vanliga rópt Sannelena. Hon var tætt undir 100 ár, tá hon fór her frá, og hon búði í heiminum á Lofti á Eiði til sín doyggjandi dag. Svenning og Birgit vitjaðu gomlu mammuna ofta.

Barnaheim hansara, á Lofti,  stóð mitt í bygdini, áfast við tey navnframu Látrahúsini, har sjálvur kongur einaferð gisti. At vaksa upp mitt í bygdini gav honum høvið at uppliva alt tað, sum fór fram ímillum manna í hesi fiskivinnubygd í fírati- og fimtiárunum. Her sá hann bygdamenninar koma og fara, og hann kundi hoyra hvat teir, undir húsahornunum, tosaðu sínamillum. Stundum komu eisini menn aðrastaðni frá til bygdina at hava evangeliskar útifundir, sum vórðu hildnir tætt við barnaheimið hjá Svenningi; og eisini hetta festi seg í viðkvæma barnasinni hjá Eiðisdronginum og varð við til at evna lívskósina hjá Svenningi av Lofti!

BARNASKÚLIN
Svenning gekk í skúla hjá Jóhan Kallsoy. Svenning minnist skúlatímarnar hjá Kallsoy sum nakað ógvuliga dýrabart. Svenning tekur soleiðis til um barndómslæraran hjá sær: ”Jóhan gjørdi sær stóran ómak at geva okkum skúlabørnum hollan kunnleika um mangt og hvat. Hann tók okkum við  bæði í haga og fjørðu. Í fjørðuni vísti hann okkum bátarnar og lærdi okkum á ein praktiskan og livandi hátt hvussu tað ymiska á báti kallast. Eisini lærdi hann okkum um rættarskipanina og  politisku skipanina í landinum. Hann hevði alsk til alt, sum var føroyskt, ikki minst tað føroyska málið, sum hann eisini royndi at læra okkum frá grundini av. Tað, sum eg lærdi hjá Kallsoy setti djúp spor hjá mær.”
 
LÍVSINS BROTASJÓGVUR
Tá Svenning var 16 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til skips til Grønlands við vestmannatrolaranum Gullsøka. Pápin og bróðurin Sigmund vóru eisini við. Hetta var í 1955. Eftir tríggjar mánaðir til fiskiskap komu teir heimaftur, men henda sama dag, sum teir tríggir koma til Eiðis, hálvdist ein tungur brotasjógvur innyvir  barnaheimið hjá Svenningi, tá ein beiggi hansara, sum hevði fylt 8 ár dagin eftir, druknaði niðri við havnalagið. Hetta setti djúp spor í familjuna. Svenning sigur, at hetta varð hansara fyrsti og seinasti túrur til skips, og kanska var tað júst tí, at hann misti beiggja sín á sjónum, at hann ikki fór aftur til skips.

PRENTARALÆRU Í HAVN
Hetta sama árið, 1955, tá Svenning er 16 ára gamal, flyta foreldrini til Havnar, har pápin fekk arbeiði.  Tey búðu fyrst á Húsabrúgv, men í 1958 fluttu tey út í Perskonugøta at búgva, har foreldrini bygdu hús. Svenning fór at arbeiða hjá Alfred Johannesen, og seinni arbeiddi hann eitt skifti á Bacalao.

Í 1957, 18 ára gamal, hevur Eiðisdrongurin tikið avgerð um hvør lærdómurin skal verða; hann ferð í prentaralæru hjá Marius Ziska. Har er hann tey fyrstu 3 árini av lærutíðini, og tekur tað seinasta árið niðri í Danmark, har hann fær prógv sum prentari. Tá hann kemur heimaftur í 1961 fer hann at arbeiða hjá Einars prent. Í 1967 fær hann arbeiði í prentsmiðjuni í Gamla bókhandli, og har er hann inntil hann í 1976/77 gevst sum prentari og ferð at virka sum ferðandi evangelistur í brøðrasamkomunum í Føroyum, og ein kann sanna í dag,  at verk evangelistsins kom at vera lívsyrkið hjá føðingardagsbarninum.

PRENTARI OG EVANGELISTUR
Í tíðarskeiðinum 1973 – 1976/77 hevði Svenning eina sjáldsama avtalu við leiðsluna í Gamla bókhandli, sum allarhelst fáir arbeiðsgevarar høvdu gjørt í dag. Avtalan var, at hann arbeiddi bert helvtina av árinum á prentsmiðjuni og so brúkti hann hin partin av árinum at ferðast sum evangelistur. Hetta gjørdi hann í eini fíra ár, men aftaná eina evangeliska fundarrøð í Porkeri í 1976, sum bert skuldi vera eitt vikuskiftið, men sum varð longd til 19 dagar, tók Svenning endaliga avgerð at nýta alla sína tíð sum evangelistur. Hann segði upp í Gamla bókhandli og síðani tá hevur hann trúfast vitjað frá býi til bý við gleðiboðskapinum, og eisini eru tað óteljandi heim í Føroyum, sum hava havt eina vitjan av honum har hann bæði hevur vitnað og lagt eina traktat eftir seg.

SETT DJÚP SPOR
Svenning hevur verið ein av stigtakarunum og fyrireikarunum til fleiri stór andalig tiltøk í Føroyum, og mangan hevur hann havt leiðsluna av hesum tiltøkum um hendi. Í hesum sambandi kunnu vit nevna nøkur fá sum t.d. Evangelisku Røddina, Blaðið Stavnhaldið, Louis Palau fundarøðin í 1988, og fylgisveinafundarøðirnar hjá Billy Graham úr Essen í Týskalandi í 1991 og frá Puerto Rico í 1995 og óteljandi ferðir til Ísrael við føroyingum, og ikki at gloyma Atlantic Mission við Juvél 2.

SVENNING OG PENNURIN
Svenning er ikki einans evangelisturin á røðarapallinum, hann er tað eisini við penninum. Hann hevur fingist nógv við at skrivað ígjøgnum árini, og tað er heilt fitt, sum er komið undan hansara penni. Her kunnu vit nevna andaktsbókina, Dagsins orð, ið eru andaktsstykkir, sum hann upprunaliga skrivaði í oyggjatíðindum. Ein bók, sum liggur á køksborðinum ella náttborðinum í mongum heimum í landinum, og sum fólk bæði innan brøðrasamkomuna og í øðrum samkomum hava verið ómetaliga glað fyri.

Eisini kunnu vit nevna ferðamannatraktatina, sum hann skrivaði fyri 35 árum síðani. Ótroyttilga hava hann og onnur staðið úti á Molanum, táið hesi stásiligu ferðamannskipini hava lagt til bryggju, og tá fremmandu ferðafólkini eru komin í land, hava tey fingið eina av hesum snotiligu traktatum í hondina á sínum egna máli. Visjónin hjá Svenningi var, at traktatin skuldi prentast á fleiri málum, og til dags dato eru fleiri hundraðtúsund traktatir prentaðar á øllum teimum norðurlendsku tungumálunum og fleiri øðrum málum eisini.

Eisini kunnu vit nevna útgávurnar: Hví vera ein trúgvandi? 1962. Trúarkappar 1 & 2 ávíkavist 1972 og 1974. Dópurin, 1982. Reis tey, ið falla, 1993. Dagsins orð, 1999 og bøkurnar 1 og 2 Tað hendi umborð.

KONAN
Svenning hevur havt ómetaligan stuðul í konu síni. Birgit og hann komu at kennast í 1958. Vaks Svenning upp i ”miðbýnum” á Eiði, so gjørdi Birgit tað so sanniliga í Havnini. Dóttur til eigaran av hotel Hafnia, Christian Restorff, vaks hon upp í einum lívligum hotelumhvørvi í hjartanum í høvuðsstaðnum, eitt umhvørvi, sum var ósamanberiligt við tað, sum Eiðisdrongurin var vanur við. Men  hóast hesar munir í uppvøkstrinum, so rann saman teirra millum. Tey giftust í 1964. Tey fingu tríggjar synir, Petur, Marner og Dan. Tað eru mong heim í Havnini, sum hava prísa Gudi fyri eina vitjan av Svenningi og Birgit, tá tað mangan hevur víst seg, at tey eru komin júst eina løtu, tá harðast leikaði á.

HILDIN Í EBENEZER
Við hesum orðum vil eg ynskja mínum góða vini og samverkabróðuri hjartaliga til lukku við teimum áttati, og takka fyri nógvar góðar, minniríkar og gevandi løtur í meira enn 50 ár, sum eg eisini kann siga vegna mínar samverkabrøður – nevndir, so kendir!
  
Dagurin varð hildin í Ebenezer sunnukvøldið 15. septemeber kl.18:00 við sangi og borðhaldi.

Poul Jóhan Djurhuus

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo