Kongur mín! Kennir tú hann?

Óli og Judy skriva:

Kæru vinir!
Í gjár, meðan vit koyrdu við bili, hoyrdu vit enn einaferð boðskapin frá einum littum prædikumanni, sum hevur heiti: "Hatta er Kongur mín! Kennir tú Hann?" Vit gerast ongantíð troytt av at lurta eftir hesum boðskapi, tí hann er ein áminning um okkara framúrskarandi Gud. Eg vil endurgeva eitt lítið sindur av boðskapinum her:
"Kennir tú Hann?  Ja, Kongur mín er alvitandi. Hann er kelda vísdóms. Hann er dyrnar til frelsu. Hann er slóðin til frið. Hann er vegur rættvísinnar. Hann er høvuðsvegur heilagleika. Hann er portur dýrdarinnar. Hann er meistari stórleikans. Hann er høvd hetjunnar. Hann er leiðari lóggávuvaldsins. Hann er umsjónarmaður teirra sigrandi. Hann er prinsur prinsanna. Hann er Kongur konganna og Hann er Harri harranna. Tað er Kongur mín."
Á hesum døgum, nú tað er so stór óvissa og vit onki gott hoyra í tíðindunum, er tað serliga týdningarmikið fyri okkum at halda eygu okkara við fokus á Kong Konganna og Harra Harranna.
Vit hava so nógv at vera takksom fyri meðan vit vænta Kristus og hugsa um árið, sum er við at vera runnið - Judy og eg eru so takksom fyri tykkum og fyri tykkara lut í lívi og tænastu okkara. Vit taka tað ikki fyri givið og takka Gudi dagliga fyri at Hann tekur sær av tørvum okkara og fyri tann ómetaliga týdningarmikla lut, sum tit eiga í tí. Vit takka tykkum mangar ferðir.
12 desember fara vit til Filipsoyggjarnar og vera har í ein mánaða. Men áðrenn tað, nú mánadagin (5/12), mugu vit fara til Florida á nakrar fundir. Vit koma aftur til Alabama leygardagin og fara so mánadagin aftaná til Filipsoyggjarnar. Vit verða nógv upptikin meðan vit eru á Filipsoyggjunum. Eg skal tosa á tveimum ráðstevnum, hava fundir við leiðslutoymini og við samstarvsfelagar í trúboðanararbeiðinum umframt høvi at vitja vinir okkara á Filipsoyggjunum, sum vit ikki hava sæð í mong ár.
Sum vit enda hetta bræv loyva vit okkum at ynskja tykkum einar Gleðiligar Jól og Harrans bestu signingar í 2012. Takk fyri tykkara lut í tænastu okkara í 2011.
Mátti Harrin signa tykkum ríkiliga.
Judy og Óli

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo