TOM ROBERTS OG KONAN HAVA TAÐ GOTT

Ódnin Dorian herjaði í Bahama oyggjunum um vikuskiftið og oyðilegði nógv fyri sær.
Vit hava frætt frá føroyavinunum Tom og Lesa Roberts, at tey hava tað gott.
Ódnin rakti ikki so meint í Nassua, har tey búgva; tey fingu nakað av vatnskaða heima, men einki árvarsligt.
Ein bróðir Lesu býr í Freeport, har ódnin rakti nógv harðari. Har er elveitingin farin, men nú hava tey frætt, at eisini hann hevur tað gott.
Tom og Lesa lata heilsa í Føroyum, og takka fyri at vit hugsa um tey í hesum truplu umstøðum.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo