Mammudagur í dag

Páll Poulsen skrivar:

Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: "Kvinna, hygg sonur tín!" So segði Hann við lærisveinin: "Hygg móðir tín!" Og frá teirri stund tók lærisveinurin hana heim til sín. Jóhs.19.26-27

Mammudagurin fellur í ár á ein sunnudag. Henda dagin, tá mong

menniskju í heiminum minnast mammu sína, er tað hóskiligt at minna okkum sjálvi á, at mitt í angist Hansara á krossinum, hugsaði Harrin Jesus um mammu Sína. Hann syrgdi fyri, at hon hevði eitt heim at vera í, nú Hann var í ferð við at fara til Sítt himmalska heim. Hetta lýsir og staðfestir dýpdina í ósjálvsøkna kærleikanum hjá Frelsara okkara. Sjálvt løtuna við størstu líðingum Hansara, var hjarta Hansara rørt av tørvinum hjá øðrum. Hvør ein góður og stórur Frelsari er tað, vit í dag kunnu minnast!

 

Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum

 

Tá eg ein lítil drongur var - eg minnist tað so klárt -

at eg við mínum treiskni gjørdi mammu lívið svárt,

men síðan hon tll Himmals fór, tað svárt er blivið mær -

áh, Gud sig mammu, at eg komi har!

Niðurlag: Ja, sig, eg komi har, hvar einglasongur er,

áh, Faðir, hetta boð til mammu ber.

Ja, sig við hana tað,

at hent er, sum hon bað,

áh, Gud, sig mammu, at eg komi har.

2. Um eg ónæriligur var, var hon tó altíð góð,

so tolin, mild og blíð, um eg enn aldri tað forstóð,

men mína sorg og mína kvøl tær deildi hon við mær -

áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!

3. Tá eg sum hin fortapti sonur fór mín egna veg,

í sorg og pínu hennar' eyma hjarta ringdi seg,

og dag og nátt til náðis Gud í bøn hon fram meg bar -

áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!

4. Ein dagin eg ein boðskap fekk at koma heim við skund'

at síggja mammu, áðrenn hon fór inn í deyðans blund,

og síðsta bøn, hon bað meg, var til Gud at venda mær -

áh, Gud, sig mammu, at eg komi har!

 

*Charles M. Fillmore (Amer.), 1860-1952.

{Lag: Charles M. Fillmore}.

(P.W. Háberg týddi).

 

Sangurin "Tá eg ein lítil drongur var" er ikki beinleiðis ein sunnudagsskúlasangur, hóast hann hevur staðið í fleiri útgávum av sunnudagsskúlasangbókum her á landi. Hesin sangurin kann teljast millum teir sangir, ið kunnu nevnast fyri søguligir sangir, tí innihaldið ber okkum eina serstaka søgu. Hesar søgur verða ofta kenslubornar, men samstundis hugtakandi og livandi. Summi hava kanska lyndi til at hugsa, at hesir sangir eru í so kenlubornir. Men vit eiga at hava í huga, at kenslulívið hoyrir hesum lívi til. Eitt lív við ongum kenslum er ísakalt og í veruleikanum deytt. Skulu vit leita eftir kensluloysi, so skulu vit leita í kirkjugørðunum. Har eru ongar kenslur, men har er heldur einki lív.

 

Søgur um sangir

___________________________________________________________________________________________________________

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo