Open Doors Føroyar: Saman við Sri Lanka, saman við okkum

Vit standa í samhuga við mongu familjurnar, bæði í Sri Lanka og Danmark, ið syrgja yvir síni kæru.

Fyrsti páskadagur er størsti dagurin í kristna álmanakkanum. Sum so mong onnur kring heimin, leitaðu kristin sær í Sri Lanka í kirkju, til tess at hátíðarhalda uppreisn Kristusar. Tó broyttist hesin hátíðardagur til ein sorgardag, ikki bert fyri alheims kirkjuna, men fyri allan heimin.

Tríggjar kirkjur vórðu álopnar undir páskagudstænastuni. Eisini vórðu trý gistingarhús rakt. Tvær aðrar spreingingar vóru stutt eftir hinum seks. Deyðatalið er komið upp á 310 og veksur alsamt. Meira enn 500 eru særd. Túsundtals av menniskjum eru í svárari sorg. Lív teirra koma ongantíð at verða tað sama aftur.

Open Doors fordømir álopið í Sri Lanka. Eins og umheimurin eru vit skelkað at vera vitnir til slíkan óndskap. Tíverri er tað vorðin ein gerandiskostur fyri mong kristin, ið koma saman.

Síðstu árini hava vit í Open Doors sæð eitt rák av øktari víðgongdari forfylging á páskum. Nevnast kunnu Irak, Pakistan, Egyptaland, Nigeria og nú Sri Lanka.

Í fleiri ár hevur Open Doors hjálp kirkjunum í Sri Lanka við menningarhjálp og øðrum. Eisini hevur Open Doors undirvíst teimum kristnu í, hvussu ein skal handfara atsókn. Open Doors stendur til reiðar at grípa inn við sálarkreppuviðgerð til tær mongu familjurnar, sum eru raktar av álopunum.

Okkara djúpasta samkensla fer til allar familjur og samkomur, ið eru raktar. Okkara tankar og bønir eru hjá teimum. Eisini ynskja vit, at stuðla teimum har tørvur er á hjálp.

Open Doors
Føroyar

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo