Páskamøtir í skúlahøllini í Trongisvági

Frá samkomuni í Salem á Tvøroyri:

Aftur í ár er tað okkum ein gleði at bjóða tykkum vælkomin til samfelagsstevnu í Salem á Tvøroyri. Um Gud vil er ætlanin at hava møtini frá hósdegnum 18. apríl til og við sunnudagin 21. apríl í skúlahøllini í Trongisvági.

Heitið á stevnuni í ár er ” Guds náði er botnleys”

Møtini byrja við bønarmøti skírisdag kl 20 í Salem.

 

Skrá fyri møtini:

Skíriskvøld​
Kl. 20 Bønarmøti í Salem.

​​Langa fríggjadag.
Kl. 16 ​Uppbyggingarmøti í Skúlahøllini í Trongisvági. ​​​​Jens Bech & Ragnar West tala.
Kl. 19 ​Evangeliskt møti í Skúlahøllini í Trongisvági. Tom Roberts talar.
Kl. 22 Ungdómsmøti í Skúlahøllini í Trongisvági. Jens Bech talar.

Leygardag​​.
Kl. 14​ Barnamøti í Salem.
Kl. 20​ Sangmøti í Skúlahøllini í Trongisvági. ​​​​Sølvi Andreassen talar.
Kl. 22 Ungdómsmøti í Skúlahøllini í Trongisvági. Jákup Godtfred talar.

Páskadag​.
Kl. 11​ Breyðbróting í Salem. ​​​​Poul Færø talar.
Kl. 16 ​Familjumøti í Skúlahøllini í Trongisvági. Jastrid á Dul Sørensen sigur søgu til tey yngru & Joen Magnus Rasmussen talar.
Kl. 19​ Evangeliskt møti í Skúlahøllini í Trongisvági. ​​​​Jógvan Jakobssen & John í Skemmuni tala.

Millum møtini Langa fríggjadag og Páskadag verður ábit.

Bøn og vón saman við okkum at møtini vera okkum til uppbygging, troyst og eggjan, og menniskjum til frelsu. Okkara álit er at Harrin vitjar okkum hesar dagar. Vit gleða okkum at hava samfelag saman við tykkum.

Samkoman í Salem

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo