Tom Roberts aftur í Føroyum

Tom Roberts - gamal kenningur í Føroyum  

Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus:
Samkomurnar í Føroyum fáa forvitnisliga vitjan úr Bahamaoyggjunum, tá ið føroyavinurin Tom Roberts og konan, Lisa koma á vitjan í næstu viku.

Tað eru hjúnini Brita og Eli Smith, sum hava vitjað Tom og konu hansara í heimi teirra í Bahamaoyggjunum, ið hava fingið vitjanina í lag. Seinast Tom var í Føroym, var á vári 2011, tá ið hann ferðaðist kring oyggjarnar saman við

vinmanninum og tulkinum Zachariasi Zachariassen, sáli.

FYRSTA VITJAN
Fyrsta ferðin hjá Tom Roberts í Føroyum var í 1973. Hann var tá ókendur á okkara leiðum, og tað var fyrstu ferð, at ein myrkur evangelistur steig á talarapallin í brøðrasamkomunum í Føroyum. Hetta var óivað viðvirkandi til, at áhoyraraskarin var stórur, longu á fyrsta møtinum. Men skarin av fólki, sum kom til møtini, vaks kvøld eftir kvøld, og nú var tað ikki tí, at fólkið vildi síggja henda myrka mannin, men boðskapurin hjá Tom Roberts rakti fólkið á ein serlighan hátt, at tey ynsktu at hoyra meira.

Á hesi fyrstu vitjan  hansara í 1973 vóru tað fólk í hópatali, bæði ung og eldri úr øllum landinum, sum komu til persónliga trúgv á Jesus Kristus, og sum til dagin í dag hava víst trúskap bæði innan brøðrasamkomuna og aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum.

Eitt satt vinarband varð knýtt millum Tom og Zacharias, og fylgjandi mongu árini vitjaði hann javnan í Føroyum, har hann altið hevði væl vitjaðar møtirøðir um alt landið, har Zacharias trúfast stóð honum við lið sum hin ótroyttiligi tulkurin.

38 - 83
Tá ið Tom Roberts vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni var hann 38 ára gamal; í dag hevur hann bara endavent talinum og er nú 83 ára gamal. Hann er framvegis virksamur evangelistur í Bahamaoyggjunum. Tom sigur, at hann við hesi vitjan fegin ynskir at møta føroyingum og samkomum. 

Tom fer hesaferð ikki at hava møtirøðir á sama hátt sum áður, men skipað er fyri einstøkum evangeliskum møtum í nøkrum av samkomunum. Ein ferðaskrá er gjørd, sum kemur at liggja á heimasíðunum hjá EVR/Evangelisku og Lindini og fleiri øðrum heimasíðum. 

Tom og Lisa verða í Føroyum til seinast í apríl, og tey koma at vitja bæði á páskamøtunum á Tvøroyri og í Runavíkini.

Tá ið Tom vitjaði í 2011 hevði Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS samrøðu við hann, sum varð send í apríl mánaða sama ár. Vit hava hugt aftir hesi 8 ára gomlu upptøkuni við Tom, og leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna við Tom, sum verður at síggja í  IKTUS í næstu viku. Samrøðan verður umsett til føroyskt.

Tom og Lisa koma til Føroya fríggjadagin 15. mars, og sunnudagin talar hann í Nazaret í Kaldbak kl.11:00 og í Ebenezer kl.18:00.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo