Tvíburðir hugleiða

Í búkinum á mammuni vóru tvíburðir.

Annar spurdi hin: "Tú, trýrt tú á eitt lív aftaná føðingina?"
Hin svaraði: "Ja, sjálvandi, okkurt MÁ vera aftaná hetta lívið – kanska eru vit bara her fyri at fyrireika okkum til tað, sum kemur aftaná!"
"Tvætl!" segði hin fyrri, "Einki lív er aftaná føðingina – hvussu skuldi tað lívið verið?"
"Eg veit ikki, men eg vænti at tað fer at vera ljósari enn her – kanska fara vit at duga at ganga og kunna eta við munninum? Kanska fara vit eisini at hava aðrar sansir, sum vit als ikki skilja her í lívinum?
"Nakað øgiligt tvætl! – At ganga … tað ber ikki til – og at eta – ógjørligt!

Nalvastrongurin syrgir fyri øllum, sum vit hava fyri neyðini her í lívinum – men hann er so stuttur, at eftir føðingina .. ja, so er alt liðugt! Sjálvandi!
Men hin tvíburðin helt fast við sítt: "Men eg trúgvi at har er okkurt – kann vera, at vit ikki hava brúk fyri nalvastronginum tá!"
"Fjas! Og har afturat .. um lív er aftaná, hví er so eingin komin aftur higar har frá? Sig mær tað! Føðingin er endina á lívinum – á øllum! Aftaná er einki uttan myrkur og tómleiki, einki!"
"Eg veeeeeit ikki," mutaði hin aftur ímóti, "Vit fara so í hvussu so er at møta mammu, og hon fer at taka væl í móti okkum."
"Mammu? - trýr tú veruliga uppá eina mammu? – láturligt – um mamma er til, hvar er hon so nú?
"Hvar er hon? Hon er allastaðni rundan um okkum! – vit eru faktis í henni, og av henni. Tað er í henni vit liva. Uttan hana vóru vit ikki til!"
"So? Eg síggi hana ikki – fyri meg er tað logiskt, at so er hon ikki til."
"Viðhvørt, tá ið eg eri púra stillur og lurti ordiliga væl, tá kenni eg, at hon er har, og eg hoyri hennara kærleiksfullu rødd úr erva!"
Týtt út enskum: Malan Sundstein Rasmussen

 

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo