Johan Restorff farin heim til Harran

Jarðarferð
Johan Restorff, vanliga nevndur Johan á Hafnia, fer til gravar úr Ebenezer týsdagin 5. mars kl. 13.
Minnisgáva kann latast Kristnastovu, konta í Betri.

Ein býarmynd farin:  Johan Restorff deyður -
Johan og konan Esther høvdu 60-ára brúdleypsdag hósdagin (14. feb.), og vóru tey farin suður

á Tenerifa at hátíðarhalda dagin, har hann brádliga andaðist í gjár (19. feb.)  

Johan var ein kend býarmynd í Havn. Hann vaks upp á Áarvegnum, har pápi hansara bygdi Hotel Hafnia. Tað var mest sum av tilvild, at Christian Restorff fór undir hotelvirksemi. Hann hevði verið tubbakshandilsmaður, men fór undir hotelvirksemi í 1951. Johan Restorff hevur greitt frá, at pápin bygdi norðara partin av Hotel Hafnia, tá ið eldur kom í Hotel Føroyar í 1950, og trot á hotelkømrum í Havn tá elvdi til, at hann fór undir hotelvirksemi.  

Johan og bróðirin M. C. Restorff stjórnaðu hotellinum í mong ár, til tað varð selt fyri nøkrum árum síðani. Johan er langabbasonur fyrsta Restorff-mannin í Føroyum, M. C. Restorff, nevndur Gamli-Restorff. Hann kom til Føroyar í 1848 sum bakari og hevur lagt nógv eftir seg, bæði handilsliga og mentanarliga. Eftirkomarar hansara eru eisini fólk í Lützen-ættini og ein langabbasonurin er heimsgitni rithøvundur okkara William Heinesen.  

Tú sást javnan Johan og Esther í havnargøtum, hond í hond. Johan sást dagliga á Áarvegnum í Hafniatíðini, har øll løgdu merki til hansara blídliga lyndi. Hann gav sær altíð stundir til eitt lítið prát; hann kendi øll og visti um øll. Vinarligur var hann móti øllum, tí vóru øll eisini góð við hendan mannin, sum altíð bar tað positiva fram.  

Foreldrini hjá Johan vóru Maria, dóttir Hans Joensen, handilsmann, og Christian Restorff. Johan var giftur Esther, sum er úr Fuglafirði.  

Í einum stubba um diamantbrúðarparið í Sosialinum fríggjadagin stóð um Johan, at hittir tú útlending, sum kennir ein føroying, so er tað Johan Restorff – tí eisini útlendingar løgdu sær í geyma hansara blídliga lyndi.  

Esther og Johan áttu fýra børn: Christian, ið druknaði í Nólsoyarfirði sum fimm ára gamal 7. august í 1965, Katrin, sum eigur fleiri kendar fótbóltsspælarar, Jan, sum er ímyndin av Michelin-matstovuni Søllerød Kro í Danmark, og Martin, sum er stjóri á nýggja Hiltonhotellinum í Havn.

Kelda: in.fo Eirikur Lindenskov 20.02.2019 (13:58)

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo