KELDUVAÐIÐ 20. januar

Sunnukvøldið 20. jan. kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1.
"Leið meg heim til frelsuklettin." - Ingálvur av Reyni syngur (nr. 804).
"Orðið fyri dagin" - "TIBERIAS" - Gunnleyg Kallsberg lesur.
"Hevur tú í Jesu sárum funnið frið, er í blóði tí sál tváað rein?" - Felagssangur úr Høllini á Hálsi (nr. 1015).

Tala - Jógvan Zachariassen - Evni: "Bræv Jákups, eitt orð til rík og fátøk".

"Tað er ein kelda" - av fløguni "Hvíld" - Mirjam Carlsen syngur.
"Úti á fjarskotnum lívsveg í dag mong ganga sorgtung og nývd." - Ebenezerkórið syngur (nr. 222).
Vertur er Jóhan við Neyst. Tøkni: EvR Klaksvík. Endursent verður hóskvøld kl. 21.00.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo