EIN DAG Í SENN - Øssur Berghamar

Øssur Berghamar, sum hevur verið búsitandi í Keypmannahavn meginpartin av lívi sínum, og hevur virkað í Kristnastovu síðani 1973, hevur skrivað og givið út fyrstu bók sína. Talan er tó ikki um ævisøguna hjá Øssur, sum óivað hevði fylt fleiri bind, men talan er um eina litla, tunna og lætta bók við bleytari kápu og 62 síðum, sum bert kostar 60 krónur.

Øssur hevur valt at skriva nakrar

lættar og greiðar andaktir til allar 31 dagarnar í mánaðinum. Hesi smáu, sera væl skrivaðu tekstbrotini, komu út í bók beint fyri jól. Bókin hevur heitið: Ein dag í senn – 31 dagar við orði og sangi.

Bókin er soleiðis skipað, at hvør opna hevur fýra teigar. Ovast á fyrsta teigi er bíbliuørindi, sum Øssur skrivar andaktina út frá, og niðast er eitt rámandi sitat, sum eisini kann geva sítt ískoyti til gerandisdagin.

Sjálvur andaktsteksturin fyllir báðar miðteigarnar, har Øssur í fleiri førum byrjar andaktina við einum aktuellum dømi frá gerandisdegnum, sum stuðlar væl undir boðskapin. Hvør andaktin endar við eini bøn, sum Øssur meinar kann vera ein hjálp hjá lesaranum.

Á teiginum uttast til høgru er ein sangur sum hóskar væl til evnið í andaktini. Áðrenn sangin, hevur Øssur eina lítla søgu/viðmerking um sangin, sum eisini er við til at geva sanginum eitt eyka flog.

Bókin er væl úr hondum greidd, og soleiðis skipað, at lesarin fær hug at lesa tekstin til dagin.

1.300 bøkur vórðu prentaðar hjá Tonito á Eiði. Allar eru seldar, men Øssur Berghamar sigur, at bókin verður prentað av nýggjum, og tá verður hon aftur at fáa í bókabúðunum kring landið. Bókin kostar einans 60 krónur.

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan                   
v/Poul Jóhan Djurhuus
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo