KELDUVAÐIÐ 13. januar

Sunnukvøldið 13. jan. kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1. 
Upptøka úr Betesda í Klaksvík, har greitt verður frá arbeiðinum í og út frá "Kristnastovu" á Amager. 
Stig Elttør greiðir frá um tíðina tá ið hann og konan tóku útbúgving í Danmark, og um at koma í Kristnastovu.
Jákup Hansen talar og sigur frá um tíðina sum avloysari í samkomunum í Danmark.
 
Tala - Øssur Berghamar - Evni: "Orðtøkini kap. 5 ør, 3-6. 
Sangir í sendingini:
"Vit prísa tær, Gud, syngja fagnaðarsong" - VITIN syngur (nr. 268).
 
Sólva Hansen syngur sangin hjá Øssuri: "Spyr Harran fyrst," (nr. 724). 
"Gud, tú ert Gud mín, eg árla teg søki." Orð: Hans A. Jacobsen, sáli. Lag: Øssur Berghamar.
"Dýrdarinnar Sonur niður higar steig."  (nr. 279).
Vertur er Jóhan við Neyst.
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00. 
Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo