GLS Í NORÐURLANDAHÚSINUM 18. - 19. jan. 2019

GLS - kveikjandi og viðkomandi

Aftur í ár verður GLS-leiðara-ráðstevna í Norðurlandahúsinum, fríggjadagin og leygardagin 18. – 19. januar 2019. Leiðslan fyri stevnuni skrivar m.a. á heimasíðu sínari: "talan er um eina kveikjandi og viðkomandi leiðslustevnu á altjóða støði.”

GLS-stevnan hevur verið í Norðurlandahúsinum í fleiri ár, og hevur altið

verið væl vitjað av fólki í øllum aldri, um øll samkomumørk og eisini úr øllum løgum í samfelagnum. Tað, sum altið hevur eyðkent GLS-stevnuna er tann víðfevndi og góði felagsskapurin millum luttakararnar, tá ið steðgirnir eru.

Sum vanligt, so verða fyrilestrarnir vístir á stórskíggja, og allir verða tekstaðir til føroyskt. Í ár verða 10 fyrilestrahaldarar.

FØROYSKA LUTTØKAN Í ÁR
Sum nakað nýtt, so vera tveir føroyingar millum fyrilestrarnar, sum tó ikki einans vera á skýggjanum, men vera fysiskt til staðar. Talan er um kendu og virksomu kvinnurnar Tóru við Keldu og Hildu Viderø, báðar úr Klaksvík. Tóra við Keldu er lærari, og eisini forkvinna í  MEGD og Hilda Viderø er íverksetari og stovnari av felagsskapinum MIRJAM.

Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við Hildu og Tóru. Hilda Viderø sigur í telefonsamrøðu við Kristiligu Tíðindasendingina, at tað verður Jens Christian Olsen av Toftum, sum kemur at hava samrøðu við hana, har hon kemur at greiða frá síni lívssøgu, við serligum atliti til arbeiði hennara, seinastu mongu árini í Liberia og Kenya, har hon av sínum eintingum hevur stovnað ein felagsskap, sum hon kallar MIRJAM, ið er málrættaður til fátækar kvinnur. M.a. hetta kemur Hilda at nema við á GLS-leiðarastevnuin 18-19 januar.

Tá Kristiliga Tíðindasendingin spurdi Tóru við Keldu, um hon hevði ein appetitkveikjara til tað, sum hon kemur at bera fram undir stevnuni, svaraði hon, at hon enn er í fyrireikingartilgongdini og tí er tað ov tíðliga at siga hvat evni verður, men hon sigur kortini, “at tað verður við støði í tí, sum ein er sum menniskja; hvussu fjølbroytt menniskjað er, og hvussu man sum menniskja kann leiða onnur og seg sjálvan.”

Tað verður Margareth Dalheim Djurhuus, sum kemur at konferensiera luttakararnar báðar dagarnar. Hon hevði sama leiklut í fjørð, sum hon avgreiddi meistarliga væl.
 
400 luttakarar kunnu vera til stevnuna, og enn eru pláss tøk. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa. Ein kann melda til á GLS.fo ella á tlf: 289796

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Tlf: +298 228314
SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus 15.12.2018

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo