Bið fyri Ann Graham Lotz

Kristiliga Tíðindatænasta v/pjd skrivar m.a.

HEILSUSTØÐAN HJÁ ANNE GRAHAM LOTZ
- ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!

Ein av heimsins kendastu evangelistum, Anne Graham Lotz, fekk 17. august í ár staðfest bróstkrabba. Ein mánaða seinni varð hon skurðviðgjørd, og alt sá so lovandi gott út.

Um mánaðarskiftið september-oktober fekk hon at vita frá læknanum, at krabbin hevur breitt seg, og at spor vóru at

Myndin: Billy Graham og dótturin Anne 

síggja í lymforknútunum. Hetta merkti, at talan verður um eina nógv meiri umfatandi viðgerð, sum kemur at taka meginpartin av einum ári.  

Anne Graham Lotz er ein av heimsins kendastu evangelistum og rithøvundum, og tí eru tað fólk kring allan heim, eisini her í Føroyum, sum fylgja við og biðja fyri heilsustøðu hennara.
Anne er dóttur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum andaðist fyrr í ár.

Fyri tveimum vikum síðani skrivaði bróður hennara, Franklin Graham, sum eisini er kendur í Føroyum, í tíðindaskrivi: “Sjúkan hjá systir míni er komin inn í álvarsamar tvørleikar. Kemoviðgerðin hevur víðfevnd hjáárin, og tí er tað ivasamt, um viðgerðin kann halda fram.”

Sjálv sigur hon í einum tíðindaskrivi: “At ferð mín ígjøgnum skuggadalin gjørdist longri enn væntað, men eg havi framvegis álit á Hirðanum, at hann fylgist við mær allan vegin inntil hann sær, at eg eri komin trygt ígjøgnum!” 

Anne Graham Lotz er nógv umbiðin sum talari og fyrilestrarhaldari um allan heim, og kalendarin fyri 2019 er fullsettur, men, sum Anne sjálv sigur, at nú er hon noydd at avlýsa allar avtalur fyri komandi ár. 

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Anne Graham Lotz alt gott framyvir, og heitir á Føroya fólk at biðja fyri henni!

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo