Bøkurnar í bókanna bók

Forlagið “Leirkerið” hevur júst givið út bókina „Bøkurnar í bókanna bók“. 

Bókin er sett saman av yvirlitum, sum geva innlit í hvørja einastu bók í bíbliuni.

Hesi yvirlit eru send við bønarbrøvum ígjøgnum Akurin heim til samkomur í Føroyum. Tað fyrsta yvirlitið varð sent í

1991 og tað seinasta tjúgu ár seinni, í 2011.

Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann síðan 1986 hevur virkað í Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag, serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.

Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meiri um Bíbliuna – bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum just eru byrjað at lesa.

kelda: vp.fo

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo