Møtir og bíbliutímar í Suðuroy

Í døgunum frá sunnudegi 18. til sunnudag 25. november 2018 hava teir fimm – Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni, Hjørleif Vang og Poul Jóhan Djurhuus – møtir og bíbliutímar í Suðuroy.

Møtini halda fram:
Mikukvøldið  21. nov. kl. 20 í Vitninum, Hvalba
Hóskvøldið  22. nov. kl. 20 í Betania, Porkeri

Fríggjakvøldið 23. nov. kl. 20 í Bygdarhúsinum í Lopra
Leygarkvøldið  24. nov. kl. 20 í Bygdarhúsinum í Lopra
Sunnukvøldið  25. nov. kl. 20 í Bygdarhúsinum í Lopra
Eisini er ætlanin at hava fýra bíbliutímar 
leygardagin 24. november kl. 14-18 í Bygarhúsinum í Lopra.
Heitið á møtunum og bíbliutímunum verður: Trúgv, sum ikki er bert eiti.
Bíbliutímarnir vera úr Seinna Timoteusbrævi.

Á møtunum verða talur, vitnisburðir, solo- og felagssangur.
Teir fimm siga, at teir gleða seg til at vitja í Suðuroy – og bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til møtini og til ein læruríkan og lívgandi seinnapart um orð Guds.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo