BILLY GRAHAM - 100 ár

7. november 2018 vóru liðin 100 ár, síðan heimsgitni evangelisturin, Billy Graham, sum andaðist fyrr í ár, varð føddur. 

Sonur hansara, Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum í juni 2015, sigur á facebookvanga sínum á føðingardegnum, at familja, vinir og kenningar minnast pápa hansara í dag á stóra Billy Graham Bókasavninum í Charlotte í North Carolina.

Ein bakari, sum

er vinur hjá familjuni, hevur bakað eina risastóra lagkøku, sum verður afturvið einum drekkamunni til tey, sum koma inn á gólvið at minnast Billy saman við familjuni. Á køkuni er stór mynd av Billy Graham.

Franklin skrivar í einum tíðindaskrivi um pápa síni: “Vit minnast veruliga í dag, hvussu Gud kundi brúka lívið hjá einum vanligum bóndasyni at náa allan heimin við góðu tíðindunum um Jesus Kristus. Vit vita, at júst hesa løtuna er Billy Graham meiri á lívi enn nakrantíð – hann er í Himli saman við Frelsara sínum, sum hann tænti og elskaði alt lív sítt.” 

Franklin leggur afturat, at um tú ert í býnum í dag, so ert tú vælkomin inn á gólvið á Bókasavninum.

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Poul Jóhan Djurhuus 07.11.18

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo