FØROYA BÍBLIUSKÚLI

FØROYA BÍBLIUSKÚLI
- fimmti ár liðin

Poul Jóhan Djurhuus skirvar:

Tann 01. oktober 2018, vóru liðin 50 ár síðan Føroya Bíbliuskúli byrjaði.

Skúlaárið var frá 01. oktober í 1968 til juni 1969. Sekstan næmingar fluttu inn í nýbygda legubygningin Zarepta at búgva teir 9 mánaðirnar, ið skúlin var. Tað vóru trúboðararnir Brynleif Hansen, sáli og Zacharias Zachariassen, sáli, sum, væl stuðlaðir av Páll Poulsen, trúboðara, tóku stig til skúlan.

VISIÓNIN
Tað vóru 16 næmingar í alt. Visiónin var, at ein føroyskur

bíbliuskúli skuldi setast á stovn í Føroyum, sum skuldi verða eitt stað hjá ungdóminum í samkomunum har hann kundu mennast andaliga, men ávís viðurskifti gjørdu, at skúlin bert varð tað eina árið, hóast lýst varð til annað árið.

LESTRARSKRÁIN
Lestrarskráin á skúlanum var breið og gevandi: Undirvíst varð í yvirliti yvir Gamla og Nýggja Testamenti. Zacharias Zachariassen undirvísti í Mósebókunum og Jeremiasar bók. Eisini undirvísti Zacharias í enskum og føroyskum.

Brynleif Hansen undirvísti í Efesusbrævinum, og eisini gav hann undirvísing í prædikulæru. Av tí at Brynleifi lá nógv á sinni eisini at virka í Frankaríki, so gav hann nakað av grundleggjandi undirvísing í fronskum.

Páll Poulsen undirvísti í báðum Timoteusarbrøvunum.

Hans Sivertsen, sum tá ikki var fluttur til Grønlands, undirvísti næmingunum í virki Heilaga Andans.

Andrew Sloan, sáli, sum var innarliga í kirkju- og samkomusøgu gav teimum 15 næmingunum hollan kunnleika um hetta evnið. Hann undirvísti eisini í  Hebrearabrævinum.

Tað varð undirvíst í øðrum evnum eisini.
Aðrir lærarar vóru eisini so sum Osvald Kjærbo, Jákup Olsen úr Søldarfirði, Kaj Johannesen, Petur Háberg og Jógvan Skýlindal, sum allir eru farnir hiðani. Útlendskir bíbliulærarar vitjaðu eisini á Føroya Bíbliuskúla.

TILKNÝTI TIL SAMKOMU
Hesar níggju mánaðirnar á Føroya Bíbliuskúla vóru næmingarnir knýttir, ávíkavist til samkomurnar Kedron í Sørvági og Salem í Miðvági. Í Miðvági høvdu næmingarnir ábyrgdina av sunnudagsskúlanum í Salem, sum tá var ein stórur sunnudagsskúli.  Sunnukvøldsmøtini í Kedron og Salem vóru sannar oasir, har næmingarnir høvdu frælsi at royna síni evni, bæði til sang, tónleik,  vitnisburð, talu og barnaarbeiði. Tað var gott samstarv millum nevndu samkomur og næmingar og lærarar á Føroya Bíbliuskúla.

MATGRERÐ
Í køkinum, har matgerast skuldi hvønn dag, bæði til næmingar, lærarar og arbeiðsfólk, var tað Else, kona Brynleif Hansen, sum stóð fyri matgerðini, saman við Katie Poulsen. Kvinnur úr øllum samkomunum komu í Zarepta at geva eina hond við í køkinum, sum lætti nógv um.

PRAKTISKT ARBEIÐI
Hvønn dag eftir døgurða var praktikst arbeiði frá klokkan 13:00 til 15:00, sum allir næmingarnir skuldu taka lut í. Arbeiðið umfataði ymiskt máliarbeiði í Zarepta, grava drenrennir á økinum, seta hundraðtals trøð niður, sum tó aldri komu fyri seg og annað arbeiði. Kvinnuligu næmingarnir fingu sínar uppgávur frá Elsu, ávíkavist í køkinum og aðrastaðni í húsinum, so sum at rudda gera reint.

VITJAÐU UM LANDIÐ
Teir níggju mánaðirnar skúlin var, vitjaðu næmingarnir eisini í samkomunum um alt landið. Í januar í 1969 vóru næmingarnir býttir í fýra bólkar, sum allir vitjaðu á hvør sínum stað í Føroyum, saman við hvør sínum lærara. Vitjað varð í Suðuroy, í Eysturoynni, í Havn og á Viðareiði. Vitjanirnar vardu í eina viku, og barnamøtir og vanlig møtir vóru hvønn dag í vikuni. Eisini var kristiligur lesnaður borin í húsini.

Endamálið við hesum samkomuvitjanum var, at geva næmingunum ein praktikmøguleika, har hin einstaki kundi royna seg sjálvan, við atliti til sínar náðigávur og eisini at koma at kenna fólk í samkomunum.

Bólkurin, sum vitjaði á Viðareiði, var: Jóannes Poulsen, Klaksvík, Jógvan Lervig, Leirvík, Poul Jóhan Djurhuus, Tórshavn, Hans Petersen, Kaldbak og Hans Sivertsen, sum var leiðari í bólkinum. Jógvan Lervig og Hans Petersen eru ikki millum okkum meir. Undirritaði minnist ómetaliga væl hesa vikuna á Viðareiði, tá ið so nógvur kavi legðist, at ikki var komandi til ella frá bygdini, og tað var óvanliga kalt í veðrinum. Tá var eingin byrging um Sundið.

Bæði barnamøtini og møtini um kvøldið, sum tá vórðu hildin í gamla sali,  vóru sera væl vitjaði. Kvartettin í Betesda, sum júst var byrjað; farin av bakkastokki á nýggjársveitsluni í Betesda, kom norður um vikuskiftið, at stuðla við sanginum. Hetta var fyrsta vitjanin hjá Kvartettini í Betesda uttanfyri Klaksvíkina.

Eisini varð vitjað á samfelagsmøtunum í Betesda á hvítusunnu 1969, tá ið allir næmingarnir vóru við.

NIÐURSTØÐA
Undirritaði minnist tíðina á Føroya Bíbliuskúla við stórum takksemi og sum eina mennandi og fyrireikandi tíð til 2-ára lestrartíðina á Moorlands Bible College í Onglandi, sum byrjaði longu árið eftir, tann 01. oktober 1970.

(Íbirtarin, Brynleif Hansen, doyði í flogvanlukkuni í Mikinesi tann 26. september 1970 – einans 15 mánaðir eftir tað at Føroya Bíbliuskúli endaði.)

LÆRARAR OG NÆMINGAR Á  FØROYA BÍBLIUSKÚLA 1968/69
(Myndin tikin á hvítusunnu í Klaksvík 1969) 
 

AFTAST: Páll Poulsen og Hans Sivertsen

AFTASTA RAÐ: Osvald Kjærbo – Zacharias Zachariassen – Hansa Reinert – Anna Joensen – Helena Samuelsen – Berit Nielsen – Petur Háberg – Brynleif Hansen 

MIÐRAÐ: Eilif Nielsen – Alfred Hansen – Poul Jóhan Djurhuus – Andrew Sloan – Hans Petersen – Jógvan Lervig – Jóannes Poulsen

FREMSTA RAÐ: Jens Fuglø – Andrias Samuelsen –  Sverri Skorá og Per Rasmussen

BRYNLEIF HANSEN (1936-1970)
Tað vóru Brynleif Hansen sáli og Zacharias Zachariassen sáli, sum tóku stig til skúlan væl stuðlaðir av Páll Poulsen, trúboðara.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo