Vatnorkuverkið í Zarepta í gongd

Leygardagin, 1. september 2018 varð nýggja vatnorkuverkið í Zarepta liðugt og sett í gongd.
     Vónandi fer tað at virka væl, og fer at geva ta orku, sum roknað hevur verið við, soleiðis at oljunýtslan fer at minka nógv.
     Sum alt arbeiði í Zarepta er eisini hetta sera væl úr hondum greitt.

les eisini tað, sum vp.fo skrivar:

vp.fo skrivar: "Nú er turbinan sett til í Zarepta, sum skal geva meginpartin av hitanum til bæði øll húsini og svimjihylin.
    
Vatnið kemur frá lítlari byrging og verður leitt til turbinuna, sum framleiðir 67 KW.
    
Árliga oljunýtslan hjá Zarepta lá um 40.000 litar, men við nýggju skipanini fer turbinan at klára meginpartin av árligu nýtsluni.
    
Íløgan í nýggju vatnorkuskipanina liggur um eina millión krónur."

 Nakrar myndir - í september 2017 og í september 2018 /dp: 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo