ELSE OG POUL JÓHAN Í ÍSLANDI

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

ELSE OG POUL JÓHAN Í ÍSLANDI
- ein tvíeggjað ferð

Hava vitjað í Íslandi í 10 dagar, frá 06 – 16 august. Ferðin var tvíeggjað, av tí at hon var bæði missións- og frítíðarferð. Vit fóru við flogfari til Reykjavíkar og komu heimaftur av Seyðisfirði við Norrønu. Vóru 5 dagar í Reykjavík, har vit hittu Jógvan Purkhús, og vitjaðu eisini samkomusalin AKURIN í Kópavogi. Tá vit lendu í Reykjavík stóð bilur tøkur hjá okkum at brúka, sum vit eisini skuldu

hava við til Føroyar. Leygardagin, 11. august, var vitjanin liðug í Reykjavík og leiðin gekk tá eftir Suður- og Eysturlandinum móti Seyðisfjørðinum.

Eingi møti eru í AKRINUM meðan summarfrítíðin er, men í vetrarhálvuni eru almenn møti hvønn sunnumorgun, har millum 10 og 20 fólk koma saman. Tað liggur stór ábyrgd á Jógvani, at tala og undirvísa í Orðinum. Hann, og øll samkoman hava brúk fyri okkara forbøn. 

Rógvi Joensen og Svein í Prestgarði hava verið óførir at vitja samkomuna seinastu árini. Samkoman er ikki ein føroysk samkoma, men ein Íslendsk samkoma burturav. Jógvan sigur, at føroyingar, sum vitja í Reykjavík, eru meira enn vælkomnir til møtini. Adressan er: AKURIN, Núpalind 1 – Kópavogur 201. Mob: 00354 5862033

HERMAN BJARNASON
Fríggjadagin, 10. august, vitjaðu vit Føroyavinin, Herman Bjarnason og konu hansara Cillu, sum búgva í Reykjavík. Herman kom til trúgv, tá ið fyrsta skipaða traktatferðin úr Føroyum varð gjørd til Íslands á sumri í 1970.  Tað er altið ein gleði at vitja Herman og konu hansara, sum kenna fleiri føroyingar, og tey biðja heilsa teimum føroyingum, sum tey kenna heima í Føroyum.   

TRAKTATÚTBERING
Vit høvdu eina traktat við, sum Árni Nygaard í Runavíkini skrivaði fyri nøkrum árum síðani, og sum hevur ein einfaldan og fangandi boðskap um frelsuvegin. Traktatin eitur á íslendskum VEGURINN. Jógvan Purkhús hevur týtt til Íslendskt, og varð prentað í 500 eintøkum beint áðrenn vit fóru avstað. Vit hava lagt traktatina í postkassar í íbúðarblokkum í grannalagnum hjá Samkomuni Akurin í Kópavogi.

EYSTURLANDIÐ
Eisini hava vit lagt traktatina í postkassar í øllum býum/bygdum á Eysturlandinum frá Høfn til Seyðisfjarðar, og eisini á Egilstøðum. Vit vitjaðu hesi støðini á Eysturlandinum: Høfn, Djúpavogur, Breiðdalsvík, Støðvarfjørður, Fáskrúðsfjørður, Reyðarfjørður, Eskifjørður, Neskaupstaður, Egilstaðir og Seyðisfjørð.

Tað var ein gleði at kunna vísa Elsu øll støðini, sum vit við Atlantic Mission vitjaðu á missiónsferðini við sluppuni Jóhonnu í mai í 2015.

VIRÐIÐ Í EINI TRAKTAT
Vit trúgva, at tað, at leggja út skrivaða boðskapin í eini traktat, er sum ein stór nót, ið fangar menniskju at lesa og hugsa um tann evangeliska boðskapin. Síðani er tað Heilagi Andin, sum skal sannføra viðkomandi. Tá ið nótin seinni verður tikin inn í Himli, fer tað at koma sjóndar hvørji menniskju komu inn í ”traktatnótina” og komu til persónliga trúgv á Jesus.

Herman Bjarnason varð sjálvur steðgaður á síni lívsleið, tá ið hann las eina traktat, har eisini ein innbjóðing var til møti. Herman fór á møtið, har hann varð sterkt kallaður, og kom nakrar mánaðir seinni til persónliga trúgv – skrivaða orðið ger undurverk!    

VEÐRIÐ
Veðrið var skiftandi á allari ferðini. Kaldir og lýggir sólskinsdagar. Onkrar dagar var samdrigið, vindur og regn. Annars siga íslendingar, at hetta hevur verið eitt satt regnsummar. Tá ið alt kemur til alt, so kunnu vit siga, at vit vóru heppin hvat veðrinum viðvíkur.

VESTMANNAOYGGJAR
Vit vitjaðu ein seinnapart í Vestmannaoyggjunum, har vit ikki áður hava verið. Kann minnast, at pápi tosaði mangan um Vestmannaoyggjarnar, har hann arbeiddi eitt skifti eftir kríggið. Í dag siglir stór og nýmótans bilferja, Herjólfur,  millum Landeyðahøfn og Vestmannaoyggjarnar. Tað eru einans 35 minuttir at sigla, og tað verður siglt fleiri ferðir um dagin og út á kvøldið. Ferðaseðilin við bili er lagaligur og rímiligur.

Vit vóru spent upp á at síggja sporini frá herviliga eldgosinum, sum brádliga breyt út 23. januar í 1973. Í dag kanst tú koyra og ganga oman á lavagrótinum, har meira enn 400 hús liggja fleiri metrar undir lavamassanum, sum í dag er eitt nýtt landslag í oyggjunum, og sum bøtti munandi um havnarlagið – tá ið náttúrukreftirnar arbeiða, so arbeiða tær skjótt og effektivt bæði upp á ónt og gott!

Umleið 5000 fólk vórðu í skundi flutt av oynni lagnudagin 23. januar 1973, og umleið 1.700 av teimum komu aldri aftur í oynna. Vit hittu fólk á oynni, sum greiddi frá hvussu ógvuslig í upplivingin var. Ein maður segði okkum, at hann var 13 ára gamal tá, og øll familjan varð neyðflutt inn á meginøkið. Hann sigur, at foreldur hansara, sum so mong onnur, komu ikki út í Vestmannaoyggjarnar aftur, men hann og brøðurnir fluttu út trý ár seinni. Í dag rekur hesin sami maðurin eina Kafé í Vestmannaoyggjunum, har vit vóru inni og fingu ein góðan bita, áðrenn farið varð aftur inn á meginøkið. 

REKANDI ÍSUR
Sunnudagin, 12. august, ávegis til Djúpavog, steðgaðu vit við áarmunnan, har brotstykkir av ísi frá Vatnajøkuli reka oman í. Staðið eitur Jøkulsárlón, og er ein rættulig ferðafólkamagnet, ikki minst av Asiatum, sum vóru har í hundraðtali. Har er hópur av stórum og smáum brotstykkum av ísi, har fleiri eru á stødd við skip. Ferðafólk verða boðin at sigla millum ísbrotini, sum er ein stór uppliving.

Tað hendir ikki so sjálvdan, at tey stóru brotstykkini koppa. Vit upplivdu júst tað tvær ferðir meðan vit vóru har. Hetta var rættuliga dramatiskt, sum skapti fitt av aldu. 

Vit vilja ráða føroyingum, sum koyra frá ella til Norrønu eftir Suðurlandinum, at steðga á við JØKULSÁRLÓN og síggja hetta seríslendska náttúrufyribrigdið.

SMÁDREINGIR Á SEYÐISFIRÐI
Seinasta dagin hildu vit til á hotelli á Egilstøðum, har vit eisini bóru traktatir út, og gjørdu ein túr til Seyðisfjarðar við traktatum. Á Seyðisfirði møtti eg nøkrum smádreingjum, sum komu við einum stuttligari viðmerking, sum teir eftir øllum at døma meintu var relevant.

Tað vóru fýra dreingir, sum sparkaðu bólt. Eg bjóðaði teimum hvør sína traktat, og segði teimum, at hetta er ein góð søga um ein drong á teirra aldri. Spurdi teir, um teir høvdu hoyrt um Jesus og gingu í sunnudagsskúla. Teir svaraðu allir játtandi, men so letur í tí eina, at ”mømma min er prestur!” og tá sigur annar drongur, at ”Ømma min er biskupur!” Eg bað teir geva mammuni og ommuni hvør sína traktat, ”tí tær fóru óivað at vera glaðar fyri søguna!”

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐIN
Ein er ikki meir enn komin í land av Norrønu so skal man aftur við Norrønu. Tað er líka við, at onkur er farin at hugsa, at eg eri vorðin  ein partur av manningini á Norrønu – men so er ikki!

Tann nógv umtalaða Bíbliu- og Tónleikakferðin, sum eg og Martin Dam Joensen samskipa, verður ein veruleiki í kvøld, tá ið farið verður av Havnini kl.23:30 við 114 luttakarum. Vit hava í fleiri mánaðir glett okkum til ferðina, og bíða spentir, hvussu nógv fóru at melda til. Tað má sigast, at aftur í ár er áhugin stórur.

Tað verða bíbliutímar og fyrilestrar á báðum ferðunum, og eisini verða fleiri sangløtur, har kendir tónleikarar, sum MC Restorff, Hallgrím Miðberg, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir koma at luttaka. Tað sum kann sigast um hesar er, at allir hava teir ávíkavist plátu- og fløguútgávu á sínum persónliga CV – so hesir eru ikki bara hvør sum helst!

GÓÐA FERÐ!!

Poul Jóhan Djurhuus
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Skrivað: 19.08.2018

_________________________________________________________________________________
Pjd, Glyvrar 19.08.2018 / FILE: Tíðindagreinar / MEDIA: Facebook 19.08.2018

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo