TEEN-STREET 2018

TEEN-STREET Í TÝSKALANDI
- 413 føroyingar

Teen-Street er altjóða Kristilig summarlega fyri tannáringar, sum stendur undir Missiónsfelagsskapinum OM.
     Føroyskur ungdómur, við leiðarum teirra, hava verið á hesum legum í mong ár, og áhugin fyri leguni er vaksandi millum føroyska ungdómin, ikki minst millum tey vaksnu, sum eru við í ferðalagnum og hava ymiskar arbeiðsuppgávur. 



SØGA:
Tað eru 26 ár síðani fyrsta Teen-Street-legan var hildin, sum var í Suðurtýska býnum Offenburg í 1993. Tá vóru bert 56 luttakarar, men luttakaratalið vaks við stórum lopum hvørt ár, og í 2003 fór talið á fyrsta sinni upp um 3.000, og tey seinastu 15 árini hevur luttakaratalið sveiggjað millum 3.300 og 4.400. Í fjørð vóru 3.800 luttakarar,  og í ár eru umleið 4.000.

FØROYINGAR 10 %:
Av hesum eru 10 % føroyingar. Úr Føroyum eru 413 fólk, sum eru býtt  millum leguluttakarar og hjálparfólk, sum koma frá ymiskum samkomum og kirkjum um alt Føroyar. Talan er um 250 leguluttakarar (tannáringar) og 150 hjálparfólk. Nøkur yngri børn eru eisini við. Legan í ár verður í Oldenburg í Norðurtýsklandi. Legan er í 7 dagar. Hon byrjaði leygardagin 28. juli og endar fríggjadagin 03. august.

ATLANTSFLOG:
Aftur í ár hava fyrireikararnir leiga tvey flogfør frá Atlantsflogi. Flogførini fóru úr Vágunum seinasta fríggjakvøld beinleiðis til Hannover í Týsklandi, har bussur flutti ferðalagið beinleiðis til Teen-Street-Leguna, har tey komu í øllum góðum leygarnáttina. Ferðalagið kemur aftur til Føroyar við Atlantsflogi náttina til leygardagin 04. juli ávíkavist kl.02.20 og kl.03.40

UNDIRVÍSING:
Tað eru hjúnini Rich og Rachel, sum eru leiðarar í ein samkomu í París, sum undirvísa í ár.  Evni í ár er AT KOMA NÆRRI. Gingið verður ígøgnum bønina Faðir Vár, har ein  av bønunum verður tikin fram fyri hvønn dagin. Eftir bíbliutíman verður fari í bólkar, har møguleiki er at arbeiða víðari við evninum. Øll hava fingið tilfar á egnum máli sum hjálparamboð í bólkaarbeiðinum.
Undirvísingin fer fram fyrrapartin, meðan seinnaparturin er frí, har møguleiki er at taka sær av løttum annaðhvørt í býnum ella á leguøkinum. Um  kvøldið er tað Trónu-Rúmið, sum savnar ungdómin til eina lovsangsløtu við brúsandi lovsangi. Aftur í ár er Toftagentan Dania Oddmarsdóttir Tausen boðin at vera við sum lovsangsleiðari – tað er ikki smávegis álit, ið er víst Daniu!

VITJANDI:
Tað er møguleiki hjá foreldrum, vinfólkum, kenningum ella samkomuleiðarum at vitja føroyingarnar á Teen-Street. Opið fyri vitjandi er hvønn dag millum kl.08.30 og kl.22.30 Parkeringsmøguleikar eru tætt við. Tað er ein fyrimunur, um ein meldar til áðrenn: www. teenstreet.fo ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  Tað kostar umleið 200,00 krónur at koma inn sum gestur. Tá eru íroknaðar máltíðir og øll felagstiltøk. Adressan hjá Teen-Street í Oldenburg er: Weser Ems Hallen – Europaplatz 12 – 26123 Oldenburg – Týskland.
Føroysku ferðaleiðararnir eru: Randi og Símun Hansen, og Margareth Dalheim Djurhuus.
Tað er Eyðun á Lakjuni úr Fuglafirði, sum er føroyski tíðindamaðurin á staðnum, og ein kann hvønn dag lesa tíðindastubbar á heimasíðuni www.teenstreet.fo

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus 01.08.18

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo