ALBANIA

ALBANIA
- føroyskur ungdómur á missiónsferð

10 føroyskir tannáringum hava verið í Albania í døgunum 18. - 27. juli 2018. Tey hava evangeliserað og gjørt andaligt sosialt hjálpararbeiði millum fátækar Zigoynarafamiljur. Eisini hava tey havt legu fyri 60 Zigoynarabørnum í aldrinum 3 til 17 ár.

Anita og Oddmar Tausen, sum vóru stigtakarar og leiðarar á ferðini, siga

í einum facebookboðum, at tey høvdu Zigoynarabørnini 3 - 4 tímar hvønn dag, og at børnini hoyrdu um hetjur í bíbliuni, so sum Job, Gideon og Josva. Tey vórðu býtt upp í tríggjar aldursbólkar. 

Anita og Oddmar siga, at dagarnir hava gingið skjótt við nógvum aktivitetum, so sum bíbliutímum, drama, andaktum, bøn, kvøld fyri gentum, húsavitjan, samkomuvitjan, og eisini var rúm fyri spæli og ítrótti. Føroysku tannáringarnir hava havt úr at gera og hava fingið nógv burturúr, ikki minst, tá ið tey vitjaðu fátæku Zigoynarafamiljurnar, har bú-umstøðurnar eru langt undir fátækramarkið, sum vit kenna tað í Føroyum.

Lagið hevur verið gott á allari ferðini, hóast tann beiska veruleika, at kuffertini, sum lógu eftir á flogvøllinum í Róm, komu ikki fram fyrrenn tey vóru aftur í Kastrup í Keypmannahavn, ávegis til Føroya. Men, sigur Anita, at Gud hevur lært tey nakað ígjøgnum hetta. Ferðalagið hevur verið burtur í 11 dagar, og komu heim sunnudagin í øllum góðum. Eisini liðið, sum fór til Moldova er komið heim í øllum góðum, har ferðaleiðararnir vóru Tanja Mortensen og Jónleif Danielsen.

Oddmar sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hetta er 7. árið, at eitt føroyskt TIM-toymi fer úr Føroyum, og hetta er triðja ferðin at vitjað verður í Albania. Um Gud vil, verður ein TIM-túrur gjørdur aftur næstra summar, og tá verður eisini farið til Albania og Moldova.

Kelda:
Kristiliga Tíðindtænastan                   
v/Poul Jóhan Djurhuus
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
SKRIVAÐ: pjd 01.08.2018

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo