Føroyskir tannáringar út í heim at hjálpa

Í hesum døgum eru 22 tannáringar úr Føroyum farnir til Albania og Moldova at virka. 
     Við í ferðalagnum eru ferðaleiðararnir Anita og Oddmar Tausen, sum vera við í Albanien, umframt Tanja Mortensen og Jónleif Danielsen, sum eru ferðaleiðarar í Moldova.
     Tað er missiónsfelagsskapurin Tannáringar Í Missión, TIM, sum stendur fyri arbeiðinum. Tað er ein felagsskapur undir stóra

altjóða Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilsation.
     Føroysku tannáringarnir í Albania og í Moldova skulu arbeiða ímillum fátøk Zigoynarabørn og Zigoynarafamiljur. Í Albanien eru tey í býnum, Lushjne, har tey hava eina summarlegu fyri umleið 60 børnum. Eisini vitja tey fátækar Zigoynarafamiljur við mati og klæðum.
     Við sær úr Føroyum hava tey eina rúgvu av bundum pløggum, bæði hosur, skóleistar, turriklæðir, húgvur, og annað.
     Tey fara eisini at vitja samkomur, har tey taka lut á møtum við sangi og vitnisburði, siga fyrireikararnir.
     Tey koma heim aftur 27. juli.

kelda: in.fo

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo