ÁVØKSTUR ANDANS

 Jógvan Júst Rasmussen skrivar:

ÁVØKSTUR ANDANS
Notat, sum eg skrivaði mær niður, meðan eg var á bíbliuskúla. Tey eru frá eini møtirøð, sum var har á skúlanum. Fyrsta møtið stendur at hava verið 31. okt. 1977.
Evnið var "ávøkstur Andans".
Talarin er íri, David Calderwood, sum nú býr í Florida.





ÁVØKSTUR OG JÓHANNES 15

• Jóh. 15:02 “Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst.”
- Eins og greinar eru vit ætlað til at bera ávøkst.
• Jóh. 15:05 “Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.”
- Fil. 1:11 “fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.”
- Róm. 15:18 “…tað, sum Kristus hevur virkað við mær…” - Galatiab. 2:20 “…ikki longur eg, … nei, Kristus livir í mær, …”

ÁVØKSTUR OG GALATIABRÆVIÐ 5
• Gal. 5:16-18 “Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins! Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; … Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.”
- Bert við hjálp Andans kunna vit sigra.
- Í Andanum eru vit ikki longur undir lógini.
• Gal. 5.22-23 “Ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald.”
- Ávøkstur Andans er lýstur sum dygdir, ið allar eru partar av eini og somu frukt. V.ø.o.: Har ávøkstur Andans er til staðar, eru allar hesar dygdirnar til staðar.
- Tað, sum telur, er ávøkstur Andans; ikki okkara egnu dygdir.

ÁVØKSTUR ANDANS ER : ... KÆRLEIKI
• Gal. 5,13 “Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!”
• Seta vit “eg” ístaðin fyri kærleikan, lýstan í 1.Kor. 13:4-7, kunna vit so siga, at hatta er satt um okkum? Kunna vit siga, “Eg eri langmóðigur, eri mildur; eg beri ikki øvund, eg reypi ikki, eg blásist ikki upp; eg beri meg ikki ósømiliga at ...” o.s.fr.

ÁVØKSTUR ANDANS ER : … GLEÐI
• Sálm. 51:10 “Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði,”
- Dávidi longdist eftir at vera glaður aftur.
• Áp. 5:41 “…glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.”
• Neh. 8:10 “… gleði í Harranum er styrki tykkara!”

ÁVØKSTUR ANDANS ER : … FRIÐUR
• Job 5:7 “nei, menniskjað verður føtt til møði, eins og neistarnir fúka upp í loft.”
- Friður merkir ikki, at alt er bara gott.
• Jóh. 14:27 “Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum.”

ÁVØKSTUR ANDANS ER : … LANGMÓÐ
- Jósef er eitt fyridømi fyri langmóð. Tað var ikki fyrr enn hann, sum 30 ára gamal steig fram fyri Faroe, at hann byrjaði at fáa eina hóming av ætlanini, Gud hevði við øllum.
• Róm. 8:28 “…alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, sum eftir ráði Hansara eru kallað.”

ÁVØKSTUR ANDANS ER : … MILDLEIKI
• At vera mildur er at vera fittur og rímiligur.
• Luk. 23:34: “… Faðir, fyrigev teimum …”
• Sálm. 18:36 “… lítillætni Títt (ensk: mildleiki Tín) ger meg stóran.”

ÁVØKSTUR ANDANS ER: … GÓÐSKA
• Ef. 2:10 “… skapt í Kristi Jesusi til góð verk ...”
• Fil. 2:12-13 “… arbeiðið … Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, …”
• Áp. 10:38 “… Jesus úr Nazaret, … Hann, sum gekk um og gjørdi væl…”

ÁVØKSTUR ANDANS ER: … TRÚFESTI
- At vera trúfastur er at vera álítandi. Trúfesti og trúgv fylgjast at.
• 1. Kor. 4:2 “Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir.”
• 2. Tim. 2:2 “…fá trúføstum monnum tað í hendur, ...
• Mat. 25:21 "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; …”

ÁVØKSTUR ANDANS ER: … SPAKFØRI
• Róm. 12:10 “… hjartaliga eymir hvør við annan!”
• 1. Pæt. 5:6 “Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!”
• Jóh. 3:30 “Hann skal vaksa, og eg skal minka.”

ÁVØKSTUR ANDANS ER: … FRÁHALD
• 2. Pæt. 1:3-7 “Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum ...”
- Pætur nevnir dygdir, ið eiga at eyðkenna okkum, tá ið guddómligur máttur Harrans virkar í okkum. Ein av hesum dygdunum er fráhald.
•1. Kor. 9:27 ”eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi…” 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo