Konsert í Siloa

Siloakórið: Tað er mestsum vorðið siðvenja, at Siloakórið í Fuglafirði býður til konsert hesa ársins tíð, áðrenn farið verður í summarfrí.
   Í ár verður heldur ikki nakað undantak.
   Kórið hevur konsert í Siloa 2. hvítusunnudag, tann 21. mai kl. 19. Á skránni eru sangirnir, tey hava vant hetta seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.
   Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
   Øll eru vælkomin, og aftaná konsertina verður ein drekkamuður at fáa.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo