Í tí landinum langt burtur - Felagssangur

 

Felagssangur í Ebenezer í Havn 24. mai 2009.

442 í Nýggju Sangbók Guds Fólks

Týtt: Jákup Olsen

Klaver: Niels Johannessen

 

1. Í tí landinum langt burtur

eg mær ynskti svínabreyð,

á, hvør beiskt er har at vakna,

hvør ein synd og skomm og neyð.

Myrkt og dapurt rundan um meg,

bundin í so mangt eitt garn

vildi eg mín Faðir søkja,

vera trælur, ikki barn.

Niðurlag: Men í heimið inn hann tók meg,

har til fest var sett á borð,

og eg fór til borðs við honum,

eg, sum ynskti trælakor.

2. Ja, langt burturi hann sá meg,

kysti meg og fevndi mær,

tók meg troyttan, syndasjúkan,

elskaði meg, sum eg var.

Tá eg játtaði við tárum,

hvussu nógv eg úti har

hevði syndað móti honum,

sonarkor ei verdur var.

3. Men hann vildi einki hoyra

tá av mær um mína synd,

hetta eina bert hann vildi,

hava meg í húsið inn.

Skógvar, ring og dýran búna

fyri skitin pløgg eg fekk,

millum svín eg var har úti,

nú í heiminum eg gekk.

4. So er søgan hjá teim frelstu,

so er Harrans hjartalag.

Meg hann frelsti, men hann mátti

døma Jesus í mín stað.

Vreiði, myrkur, bann og deyða

leið hann fyri syndina,

hvat mín frelsa hevur kostað,

vísti Gud á Golgata.

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo