Á Torginum 8. mai - Åbne Døre

Á Torginum týskvøldið 8. mai kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini Aðru Ferð eftir Victor Danielsen. Jóhan Larsen lesur.

Karl Jóhan Nielsen talar út frá Galatiabrævinum. Hetta er fyrsti partur av níggju.

Eisini verður ein samrøða við umboð frá Åbne Døre úr Danmark og Føroyum, Golriz Ghozati, Ingálv Jøkladal og Andreas Nýggjagarð. Åbne Døre er ein felagsskapur sum stuðlar kristnum, ið verða forfylgd vegna teirra trúgv. Hetta verður millum annað gjørt við at útvega teimum bíbliur og bíbilskt lærutilfar, og við at upplæra trúgvandi og samkomuleiðarar.

Golriz er kunningarleiðari hjá Åbne Døre í Danmark. Hon er úr Iran og flutti til Danmarkar sum 10 ára gomul. Hon konverteraði til at verða kristin 3 ár eftir at hon flutti til Danmarkar.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo