ELIM og IKTUS OPIÐ HÚS

Poul Jóhan Djurhuus:

OPIÐ HÚS Í ELIM Í SØLDARFIRÐI
- ein hátíðarløta

Sunnudagin 06. mai verður nýrenoveraði salurin ELIM í Søldarfirði tikin í brúk. Samstundis verður 10 ára føðingardagurin hjá KRISTILIGU SJÓNVARPSSTØÐINI IKTUS hildin. 
Opið hús verður frá kl.16:00 í hugnaligu nýggju hølunum í Elim. Á pallinum fara 

sangarar og tónleikarar at syngja og spæla, og høvi verður at hugna sær við einum drekkamunni og onkrum søtum afturvið. 
Kl.18:00 verður sangmøti, har Eyðun Jacobsen og aðrir leiða felagssangin, og ymiskir vitnisburðar verða eisini at hoyra.

SAMKOMAN ELIM OG KRISTILIGA SJÓNVARPSSTØÐIN IKTUS bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið. 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo