JUVEL II til Orknoyar 2. mai

Kristiliga Tíðindatænastan - Poul Jóhan Djurhuus:

EVANGELISERING Í ORKNOYGGJUM 4. – 13. mai 2018

Seinastu sjey árini hevur felagsskapurin, Atlantic Mission, gjørt evangeliseringsferðir við trúboðanarbátinum JUVEL II, til grannalond okkara. Ferðir hava verið gjørdar til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Íslands og Noregs.
Høvuðsendamálið við Juvel II er at sigla í Grønlandi við gleðiboðskapinum, har báturin er umleið 4 mánaðir hvørt summar.
Áðrenn farið verður

til Grønlands, hevur Atlantic Mission lænt bátin til hesar ferðir til grannalondini.
Í ár verður farið til Orknoyggjar í fyrru helvt av mai mánaði. Hetta er triðja vitjanin hjá Juvél II í Orknoyggjum.
Tað verða 15 fólk í ferðalagnum.  Skipari verður Gullak Gullaksen úr Leirvík, sum eisini var skipari á ferðini til Norra í fjørð. Siglt verður av Havnini mikudagin 2. mai. Vanligt hevur verið at hava eina farvælløtu sama dag, sum farið verður avstað, og soleiðis verður eisini í ár, men klokkutíðin verður lýst nærri seinni.
Tað tekur millum 20 og 24 tímar at sigla til Kirkwall, og avtalað er gjørd við havnamyndugleikarnar í Kirkwall, at Juvél II leggur til bryggju fríggjadagin 04. mai kl. 17:00. Har verður almenn móttøka, har alment umboð fyri Orknoyggjar tekur í móti.
Ein neyv ferðaætlan er gjørd fyri vitjanina, har ætlanin er at vitja Kirkwall, Stromness og Lyeness á oynni Hoy. Men onnur støð verða eisini vitjað við bilum og ferju. Møti verða bæði í landi og umborð á Juvel II, har tiltøk av ymiskum slagi verða, bæði fyri børn, ung og vaksin.
STROMNESS:
Mikudagin 09. mai kemur skipið til Stromness og verður liggjandi har til sunnudagin 13. mai, tá ið vitjanin endar. Leygarkvøldið 12. mai verður boðið til bønar- og lovsangsløtu umborð á Juvél II, og sunnudagin 13. mai kl.16:30 verður vitjað í Frelsunarherinum. Kl.19:30 verður lovsangsløta í býráðshøllini í Strømness, sum samstundis verður ein farvælløta og sama kvøld liggur leiðin aftur til Føroya.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo