KELDUVAÐIÐ 15. apríl
Sunnukvøldið 15. apríl kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107.
Sangur nr. 981. “Kasta lívbeltið í brúsandi hav,” Felagssangur í Ebenezer - Helgi Hansen syngur fyri.
Siloakórið syngur “Kongur míns lívs, eg krýni teg,” nr. 914.
Orðið fyri dagin: “Skuggin”, Gunnleyg Kallsberg lesur.
Sangbólkurin Vitin syngur “Um friður sum flóðin skal fylla meg her,” nr. 583.
Símun Absalonsen talar um afturkomu Harrans.
Kvartettin í Betesda syngur “Sál mín, ver still fyri Jesus,” nr. 953.
Felagssangur í Betesda: “Heilur, tú, sum øllum ræður,” nr. 197.
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00.
Vertur: Jóhan við Neyst. Upptøka: Evr Klaksvík.