Drena og George Verwer, 80 ár í summar

Kristiliga Tíðindasendingin: 
Í summar verða hjúnini og grundleggjararnir av trúboðarafelagsskapinum Operation Mobilisation, Drena og George Verwer, 80 ár.

02. juni verður Drena 80, og ein mánaða seinni, 03. juli, verður George 80.

George Verwer er kendur av hundraðtals føroyingum, sum hava verið við OM, annaðhvørt á landi ella við einum av skipum teirra, har ímillum Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

George er føddur í 1938. George var, sum hann sigur um seg sjálvan, ein villur ungdómur, sum ynskti

at fáa sum mest av heimsins stuttleika úr lívinum. Hann hevði verið leingi á bønarlistanum hjá eini gamlari konu í USA, sum bað fyri hansara persónligu frelsu. Eitt kvøldið á einum stórmøti hjá Billy Graham í Madison Square Garden í New York, har George var farin á møti, gjørdist kalli til umvending ov sterkt hjá George, og á hesum møti játtaði hann trúgv á Jesus Kristus. Hann var tá ein 16 ára gamal tannáringur.

George vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í apríl í 2015, har hann í tríggjar dagar talaði fyri fullsettari høll í Klaksvík.

George Verwer var 19 ára gamal, tá hann, saman við øðrum, í 1957 fór til Mexico at deila út kristiligan lesnað. Túrurin til Mexico gav George íblástur til at endurtaka túrin fylgjandi tvey árini, og í 1960 fóru teir yvir hav til Spania at býta út kristiligan lesnað.

LÍVSLEIÐIN LØGD
Vitjanin í Spania lat eyguni upp hjá George og samverkamonnum hansara fyri stóra andaliga tørvinum á evangelisering í Europa, og teir settu sær fyri at eggja teimum kristnu og kristnar samkomur á Europeiska meginlandinum at vera við at fáa evangeliið út til allan heimin. Longu trý ár seinni, í 1963, vóru tað uml. 2000 ungdómar, sum vóru við í evangelisering ymsastaðni í Europa, undir leiðslu av George Verwer og samverkamonnum hansara.

Tað var um hetta mundi, at George ynskti at broyta navnið á felagsskapinum  til Operation Mobilisation, sum av sonnum hevur verið ein íblásandi lopfjøl hjá hundratals føroyingum, seinastu 55 árini, at gerast virknir í Guds verki. 

George var ovasti leiðari í OM frá byrjan og inntil 2003, tá Peter Maiden tók yvir sum altjóða leiðari av Operation Mobilisation. George er framvegis  virksamur innan OM, tá hann ferðast nógv til OM-stevnur og konferensur, har hann javnan er høvuðstalarin.

George og Drena hava sín fasta bústað í Bromley í London, har tey hava búð í  mong ár. George er framvegis væl fyri við eini góðari heilsu, og arbeiðskalendarin er eins fullur í dag, sum hann var fyri 48 árum síðani, tá hann skrivaði undir tað fyrsta skipakeypi hjá Operation Mobilisation, sum fekk navnið Logos, og sum vitjaði í Føroyum í 1983.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo